
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skipar fyri 5 tiltøkum á Føroyaleikum 2021 í døgunum 8. til 11. juli. Ynskið er at geva øllum súkkluáhugaðum ein møguleika at verða við á leikunum og í felagsskapi við øðrum avbjóða sær sjálvum.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tiltøkini og hvørt tiltak er síðani lýst neyva á serksyldari síðu
Tilmelding
Freistin at melda til Føroyaleikir var 19. juni, men tað ber enn til at melda til tiltøkini niðanfyri.
Tú meldar til við at velja tiltakið tú ynskir at luttaka í niðanfyri og fylgir leinkjuni til tilmelding á Webscorer hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon. Gjaldið fyri at luttaka er 200kr og verður goldið á degnum fyri øll tey, ið meldað til seinni enn 19. juni.
Hósdagur 8. juli

Fjallasúkkling Stuttteinur
Kappingin í fjallsúkkling verður skipað sum stuttteinur, sum er spennandi tiltak at luttaka í og áhugavert at síggja. Súkklað verður í økinum við við Glasir og Skúlan á Fløtum. Byrjað verður á p-økinum beint undir høvuðsinngongini á Glasi, og so snýr rutan seg runt. Fyrst yvir á Skúlan á Fløtum, har ein brøtt undanbrekka, nakað av hellu og onkrar aðrar smábrekkur og sving krevja eitt sindur av snildu. Síðani verður súkklað omanum Glasir yvir til aðru undanbrekku, sum er í lendi oman til og framvið tjørnina í byrginingini við Rættará. Síðsti parturin er har fittasti partur av mótbrekkum er. Tá ið komið er framvið Skúlaheimi gongur leiðin framvið høvuðsdyrnum á Glasi og runt á p-økinum til ein langan góðan endaspurt. Rutan er 2 km long við uml. 30 hm.
Skrá
17.00 Innskriving
17.45 Startuppkall og kunning
18.00 Startur
18.45 Súkklarar á mál
19.00 Heiðursmerkjahandan
Fríggjadagur 9. juli

Triathlon Olympiskur teinur (FM)
FM í olympiska teininum í triathlon, ið skuldi verða á Norðoyastevnu í Klaksvík, verður í staðin á Føroyaleikum fríggjakvøldið 9. juli. Kappast verður í 1500m svimjing, 40km súkkling og 10km renning. Eisini verður møguleiki at luttaka í styttri sprint teini sum er 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning, har til ber hjá øllum at royna seg, sum kanska aftra seg við at royna longra teinin. Tiltakið fær fantastiskar karmar í einum væl skipaðum tiltakið inni í Klaksvík.
Skrá
17.00 Innskriving
17.45 Startuppkall og kunning
18.00 Startur
20.45 Íðkarar á mál
21.00 Heiðursmerkjahandan
Leygardagur 10. juli

Vegasúkkling 105km
Langi teinurin er eitt tiltak og ein avbjóðing fyri øll. Teinurin gongur úr Runavík til Havnar og súkklað verður um Agnið, Eiðisskarð og Oyggjarvegin. Hetta krevur nakað av súkklaranum, og vit tryggja øllum eina góða uppliving við at bjóða fylgisbólkar í ymsari ferð og við at hava skáar við mati og drekka á Eiðisskarði, í Kollfjarðadali og á Norðadalsskarði. Umframt Føroyaleikaheiðursmerki til kappsúkklararnar eru flott heiðurssmerki til øll sum súkkla langa teinin. Kom við og fá eina rimmar súkkluuppliving.
Skrá
11.00 Innskriving
11.45 Súkklarar klárir við startin til kunning
12.00 Startur
15.15 Fyrstu kappsúkklarar á mál
15.45 Heiðursmerkjahandan
16.00 Fylgisbólkur á mál (4 tímar)
17.00 Fylgisbólkur á mál (5 tímar)
18.00 Fylgisbólkur á mál (6 tímar)
Sunnudagur 11. juli

Fjallasúkkling Undanbrekka
Kappingin í Downhill fjallasúkkling verður skipað á fjallasúkklubreytini við Vesturvarða. Tað snýr seg um at verða skjótast oman eftir breytini umvegis ymiskar forðingar, manngjørdar og náttúrligar. Møguleiki er at fara ein torføran skjótan veg, um tú hevur førleika og styrki, ella at velja ein longri seinni veg sum er lættari. Tíð verður tikin av hvørjum súkklara. Tað gongur bara omaneftir og ferðin er høg, so kappingartíðin er stutt. Áskoðarar kunnu standa allan vegin framvið breytini og ganga oman og niðan og síggja ymiskt. Í stevnuøkinum er ein veitsla og fagnaður av hvørjum súkklara. Krav er til trygdarútgerð
Skrá
12.00 Innskriving
12.45 Startuppkall og kunning
13.00 Startur
15.30 Súkklarar lidnir
15.45 Heiðursmerkjahandan