Føroyaleikir 2021 MTB Stuttteinur

Fjallasúkklukappingin í XC á Føroyaleikum er ein stutteinakapping á økinum runt Glasir og Skúlan á Fløtum í Marknagili. Stevnuøkið er á p-økinum við høvuðsdyrnar á Glasi.

Kappast verður í opnum bólki fyri menn og í opnum bólki fyri kvinnur.

Skrá

17.00 Innskriving og upphiting á rutuni
17.45 Startuppkall og kunning
18.00 Startur
18.45 Súkklarar á mál
19.00 Heiðursmerkjahandan

Tilmelding

Tilmeldingin til Føroyaleikir steðgaði 19. juni, men vit loyva áhalandi súkklarum at melda til tiltakið og luttaka. Melda til kappingina á webscorer við at klikkja á knøttin við tilmelding

Kostnaðurin fyri at melda til Føroyaleikir er 200 kr og kann gjaldast á degnum.

Kappingin

5 umfør skulu súkklast á rutuni sum er lýst niðanfyri. Væntaða vinnaratíðin er uml. 30 min. Vinnarin er tann, sum er fyrstur á mál.

Rutan

Byrjað verður á p-økinum beint undir høvuðsinngongini á Glasi, og so snýr rutan seg runt. Fyrst yvir á Skúlan á Fløtum, har ein brøtt undanbrekka, nakað av hellu og onkrar aðrar smábrekkur og sving krevja eitt sindur av snildu. Síðani verður súkklað omanum Glasir yvir til aðru undanbrekku, sum er í lendi oman til og framvið tjørnina í byrginingini við Rættará. Síðsti parturin er har fittasti partur av mótbrekkum er. Tá ið komið er framvið Skúlaheimi gongur leiðin framvið høvuðsdyrnum á Glasi og runt á p-økinum til ein langan góðan endaspurt. Rutan er 2 km long við uml. 30 hm.