LÓG FYRI SERSAMBANDIÐ
Navn og heimstaður
Navn sambandsins er Sersambandið fyri súkkling og triathlon, stytt SST, og heimstaður felagsins er Tórshavn.
Endamál
SST hevur sum sersamband til endamáls
- at menna og skapa áhuga fyri súkkling og triathlon sum ítróttargreinum í Føroyum,
- at vera stuðul hjá limafeløgunum og at virka fyri samstarvi millum limafeløgini,
- at geva limafeløgunum bestu umstøður at íðka, og
- at umboða føroyska súkkling og triathlon mótvegis felagskapum og myndugleikum bæði innan- og uttanlanda.
SST hevur hægsta myndugleika í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja súkkling og triathlon í Føroyum.
SST er uttanveltað í politiskum, sosialum og átrúnaðarligum spurningum.
Skipan
SST hevur tvey serstøk ítróttarlig bein at standa á, og hevur tískil valt at gera serstakar viðtøkur fyri ávikavist súkkling og triathlon. Hetta er m.a. gjørt fýri at lúka altjóða krøv, herundir at SST kann fáa limaskap í altjóða felagsskapum.
Viðtøkurnar fyri Súkkling Føroyar og Triathlon Føroyar eru hjálagdar sum fylgiskjøl til hesa evstu lóg. Allar tilvísingar til aðalfund, starvsnevnd, aðrar nevndir og heimildir og skyldur annars í viðtøkunum hjá ávikavist Súkkling Føroyar og Triathlon Føroyar, skulu skiljast sum aðalfund, starvsnevnd, aðrar nevndir og heimildir og skyldur hjá SST.
Súkkling Føroyar og Triathlon Føroyar hava sostatt ikki serstakan aðalfund, starvsnevnd, aðrar nevndir og heimildir og skyldur.
Viðvíkjandi ásetingum hjá SST um ársaðalfund, eykaaðalfund, starvsnevnd, kappingarnevnd, tekningarreglum, Roknskapi, viðtøkubroytingum og avtøku, verður víst til ásetingarnar í hjáløgdu viðtøkum fyri Súkkling Føroyar og Triathlon Føroyar.
Soleiðis samtykt á ársaðalfundi tann 9. mars 2022.