Føroyaleikir 2021 MTB Undanbrekka

Fjallasúkklukappingin í Undanbrekku snýr seg um at súkkla skjótast gjørligt oman gjøgnum eina brekku.

Stað

Kappingin er á Fjallasúkklugøtuni við Vesturvarða. Tað ber til at seta bil á økinum við Tølthøllina í Havnadali. Tiltakið er nakað burturfrá umklæðingarmøguleikum og vesi. Vit hava eitthvørt til sølu at eta og drekka á staðnum.

Skrá

12.00 Innskriving, súkklukekk og breytarskáan
12.45 Startuppkall og kunning
13.00 Startur
15.30 Súkklarar lidnir
15.45 Heiðursmerkjahandan

Gevið gætur, at  so skjótt kapping er liðug (uml kl. 16), er opið á breytini fyri vaksnum og børnum sum ikki hava kappast at royna seg á breytini. Venjarar eru til staðar at hjálpa við ymsu avbjóðingunum á gøtuni, og til ber eisini at súkkla alla breytina og taka tíð.

Tilmelding

Freistin at melda til Føroyaleikir var 19. juni, men vit loyva øllum at luttaka. Melda til kappingina hjá SST á webscorer við at klikkja á knøttin við tilmelding

Gjaldið fyri at luttaka er 200kr og verður goldið á degnum fyri øll tey, ið meldað til seinni enn 19. juni.

Reglur

Súkklað verður ein og ein og kappast verður eftir tíð. Teinurin verður súkklaður tvær ferðir og tíðin fyri báðar ferðir verður løgd saman. Vinnarin er tann, ið hevur stytst tíð samanlagt.

Súkklarar byrja í einari startboks sum er á toppinum á breytini. Ein dómari telur niður, og sigur frá, nær súkklarin byrjar. Tá ið súkklarin kemur á málstrikuna, verður tíðin stegðað.

Krøv til súkklu

Allar súkklur verða kekkaðar áðrenn byrjan, fyri at tryggja at standurin á súkkluni er góður, dekkini eru í lagi og at bremsurnar eru tryggar. Góðkendar súkklur fáa eitt merki at seta á súkkluna. Súkklan skal verða góðkend, áðrenn venjast kann á rutuni.

Krøv til verju

Allir luttkarar skulu vera í verju. Minsta krav er hjálmur, knæ og albogaverja. Rátt verður til eisini at nýta ryggskjøldur, nakkaverju. Tað verður rátt til at nýta heilhjálm (full face), men lættari fjallasúkkluhjálmar verða eisini loyvdir. Hjálmar verða kannaðir fyri skaða áðrenn loyvt verður at byrja.

Fjallasúkklufelagið hevur nakrar eyka knæ og albogaverjur, sum súkklarar kunnu lána. Tað eigur at vera undantak, og øll verða rádd til sjávandi at eiga verju sjálvi.

Ruta

Kappast verður á fjallasúkklubreytini við Vesturvarða. Teinurin er 350m langur og hevur eitt fall á 30m. Gøtan byrjar á sløttum, har fitt skal traðkast fyri at koma fram millum smáar forðingar. Síðani kemur meira ferð á oman gjøgnum 4 stór berms við millumliggjandi sløttum skjótum strekkjum. Úr síðsta berminum er síðsti partur av gøtuni meira náttúrlig og óruddilig, áðrenn komið verður oman á slætt, har aftur skal traðkast síðstu metrarnar á mál. Rutan sæst niðanfyri og í Strava boksini er leinkja til skrásettar tíðir.