Føroyaleikir 2021 VEG 105km

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir at geva øllum føroyskum súkklarum møguleikan at bjóða sær sjálvum av á einum longum og krevjandi teini, tá ið súkklað verður úr Runavík til Havnar um bæði Eiðisskarð og Oyggjarvegin á Føroyaleikum 10. juli.

Eitt tiltak fyri øll

Umframt at tiltakið er ein kapping, har skjótir súkklarar fara at kíta seg um Føroyaleika heiðursmerki, er hetta eitt rørsluátak fyri øll. Tiltakið verður skipað soleiðis, at bestu karmar eru fyri øll at koma væl ígjøgnum. Tvær ferðir á teininum eru skáar, har til ber at stegða sær á og súkklarar við góðum royndum fara at súkkla við ásettari ferð og hjálpa teimum sum ynskja at súkkla í sama lag. Tað er frítt at velja at fyljgast í bólkum ella at súkkla sum ein lystir. Eingin skal halda sær aftur við at luttaka, tí hetta er ein avbjóðing fyri øll.

Kappsúkklararnir kappast um Føroyaleika heiðursmerki í opnum bólki hjá monnum og kvinnum, og einhvør sum leggur langa teinin afturum seg ognar sær eitt virðismerki fyri at fullføra.

Skrá

Byrjað verður kl. 12.00 í Runavík við Løkshøll. Súkklarar eiga at møta í góðari tíð ein tíma áðrenn.

11.00 Innskriving
11.45 Súkklarar klárir við startin
12.00 Startur
15.00 Fyrstu kappsúkklarar á mál
16.00 Fylgisbólkur á mál (4 tímar)
17.00 Fylgisbólkur á mál (5 tímar)
18.00 Fylgisbólkur á mál (6 tímar)

Tilmelding

Freistin at melda til Føroyaleikir var 19. juni, men vit loyva øllum at luttaka. Melda til á webscorer við at klikkja á knøttin við tilmelding

Gjaldið fyri at luttaka er 200kr og verður goldið á degnum fyri øll tey, ið meldað til seinni enn 19. juni.

Startøki, máløki og flutningur

Starturin verður við Bylgjuna í Runavík, har møguleiki er at skifta klæðir og seta bil nærindis. Ein bilur verður í Runavík, har møguleiki er at leggja eina tasku við skiftiklæðum í, sum verða koyrd til Havnar. Máløkið verður við Badmintonhøllina í Gundadali, har eisini verður møguleiki at skifta klæðir.

Bussur fer úr Havn kl. 10.30 sum verður í Runavík kl. 11.00. Súkklur kunnu verða í bussinum ella í fylgisbili, sum verður við. Møtið stundisliga til bussin kl. 10.00, so vit hava tíð at pakka og koma avstað stundisliga. Møguleiki verður at leggja tasku og klæðir í fylgisbil, sum koyrir til Havnar úr Runavík.

Skáar

Báðir skáarnir, eru støðgir, har til ber at fáa sær ein orkubita og vætu. Nógv orka skal til at súkkla ein langan túr og gott er nýta møguleikan at fylla upp aftur. Har verður frukt og orkubitar og bæði vatn og saft at fáa. Fyrri skáin er á Eiðisskarði og seinni skáin er í Kollfjarðadali við Effo.

Við allar skáar eru eisini fólk, ið kunnu hjálpa við einhvørjum breki á súkkluni, um tørvur er fyri tí. Súkklarar eiga tó sjálvir at hava slangu, pumpu og onnur tól við at klára seg við um eitthvørt brek hendir burturfrá skáunum. Er neyðugt við hjálp burturfrá skáunum eru hjálparar klárir og ringjast kann til tlf. 216420.

Teinurin

Byrjað verður við Bylgjuna í Runavík har øll fylgjast niðan á Rituvíkarháls og runt Agnið. Tá ið komið er til rundkoyringina á Saltangará verður kappingin lýst leys og bólkarnir súkkla víðari í hvør sínum lag. Súkklað verður gjøgnum Skálafjørðin á eystaru síðu inn á Skálabotn og víðari til Funningsfjørð og Funning, hiðani mótbrekkan byrjar niðan á Eiðisskarð. Komin niðan á Eiðisskarð er fyrsti skái, har til ber at steðga. Síðani gongur leiðin oman til Eiðis og allan vegin suður gjøgnum Sundalagi til Kollafjarðar. Í Kollfjarðadali er seinni skáin, áðrenn onnur mótbrekka um Oyggjarvegin byrjar. At enda gongur túrurin inn í Havnina, har súkklað verður av Oyggjarvegnum oman eftir Ringvegnum til ringkoyringina við R.C. Effersøes Gøtu og víðari oman til Gundadalsveg.

Máløkið er við badmintonhøllina og áðrenn túrurin er liðugur, verður ein stuttur ringteinur á 2km í Gundadali endurtikin einaferð. Súkklað verður niðan eftir Gundadalsvegi inn á Áargeil og út á Ringvegin aftur, og so oman til rundkoyringina til R.C. Effersøesgøtu og Gundadalsvegin aftur. Aðru ferð ein kemur framvið málinum eru 105km og 1900hm farnir afturum og ein risa avbjóðing er megnað.

Teinurin sæst á kortinum niðanfyri.