Tórshavnar Súkklufelag skipaði annað umfar av Giant Várkapping leygardagin 20. mars

Giant Várkapping

Leygardagin 20. mars skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri øðrum umfari av súkklukappingini Giant Várkapping. Hetta er ein kappingarrøð við 5 einkultstartkappingum, har seinasta umfar samstundis er FM í einkultstarti.

Kappingin er skipað í opnan bólk hjá monnum og opnan bólk hjá kvinnum. Allir súkklarar súkkla sama tein og súkklarin við skjótastu tíð gerst vinnari í hvørjum bólki. Umframt at vinnari verður kosin fyri hvørja kapping, verður eisini ein samlaður vinnari kosin fyri kappingarrøðina. Tá telja 4 tær bestu kappingarnar av 5 við hjá hvørjum súkklara. Stig verða givin soleiðis at vinnarin fær 7 stig, nummar tvey fær 5 stig, nummar trý fær 4 stig og so framvegis. Allir luttakarar fáa 1 stig.

Nærri kann lesast um kappingarrøðina Giant Várkapping her.

Les meira

Tórshavnar Súkklufelag hevur skrivað eina grein um kappingina á heimasíðu sínari her www.tsf.fo.

Fjallasúkklufelagið hevur skrivað eina grein um kappingina á heimasíðu sínari www.mtb.fo.