VEG Giant Várkapping 3

Triðja umfar av Giant Várkappingini verður leygardagin 3. apríl kl. 15.00 frá Autoservice í Havn. Súkklað verður frá Autoservice niðan á Sornfelli. Gg. allir luttakarar súkkla á vegasúkklu, ikki TT.

Skrá

Møtið stundisliga og í seinasta lagið 30 min áðrenn kappingarbyrjan.

  • 14.30 innskriving
  • 14.50 súkklarar klárir við byrjan
  • 15.00 kappingarbyrjan

Fyrsti súkklari fer avstað kl. 15.00 og síðani er 1 min millum hvønn súkklara.

Lýsing

Giant Várkapping er ein kappingarrøð í einkultstarti á vegnum sum er skipað av Tórshavnar Súkklufelag. Kappingin er skipað yvir 5 umfør har FM í einkultstarti 18. juni 2021 verður finala.

Umfør

  • 27. februar 2021
  • 20. mars 2021
  • 3. apríl 2021
  • 24. apríl 2021
  • 18. juni 2021

Bólkar

Kappingin er skipað í tveimum bólkum, opin bólkur kvinnur og opin bólkur menn.

Stig

Kappingin er skipað sum ein CUP kapping, ið er samansett av fimm umførum. Fýra av fimm kappingum telja. Fyri hvørja kapping fær fyrsta pláss 7 stig, annað pláss 5 stig, og triðja pláss 4 stig, fjórða pláss 3 stig, fimta pláss 2 stig og allir aðrir luttakarar sum gjøgnumføra fáa 1 stig.

Reglur

Tað er fyri hvørja kapping lýst, hvør súkklað er loyvd. Í nøkrum kappingum er loyvt at nýta einkultstartssúkklu ella kappsúkklu við boylum á, og í øðrum kappingum er bert loyvt at nýta kappsúkklu. Tað er altíð krav at nýta hjálm.

Í einkultstarti byrjar hvør súkklari fyri seg við einum ávísum tíðarrúmi millum hvønn súkklara. Oftast vil hetta vera 1 min. Síðani verður tíðin sum hvør súkklari brúkar at súkkla ásetta teinin samanborin og skjótasta tíð vinnur.

Er neyðugt hjá einum súkklara at yvirhála ein annan, skal hetta gerast so skjótt sum gjørligt undir tryggum umstøðum. Tann ið yvirhálar, hevur ábyrgd av at kunna seg um tað er gjørligt at yvirhála jf. ferðslureglunum, og síðani fara minst 1,5 m til vinstru uttanum súkklaran sum verður yvirhálaður. Eisini skal farast varliga og trygt inn aftur tann yvirhálaða minst 10-15 m frammanfyri. Tann ið yvirhálar hevur ikki loyvi at liggja í verju frá vindinum aftan fyri tann frammanfyri, men eigur at leggja seg út til síðuna tá ið verja kennist frá súkklara frammanfyri, uml 5-10. m áðrenn yvirháling.

Tilmelding

Tilmelding er til hvørja kapping og fer fram á Webscorer. Leinkja til tilmelding er undir hvørjari kapping í røðini.

Luttakaragjaldið fyri eina kapping er 50 kr og fyri alla kappingarrøðina 200 kr. Gjaldið skal flytast til Tórshavnar Súkklufelag á kontu  9181-1244452 í Betri Banka.

Teinur

Teinurin, ið er 16,9 km við tilsmans 740 hæddarmetrum, sæst niðanfyri á Google Maps og finnist sum Strava segment her.

Dagsins Strava avbjóðing

Á teininum frá Autoservice til Sornfelli eru fleiri góð strekki. Strekkið frá Autoservice til Kleynsvarða gjørdist heimskent í Føroyum í fjør, tá ið Jákup Petur Eliassen við vinmonnum beyð til Everesting, og allar súkkluføryar bardu seg talríkar ferðir niðan. Tó er tað allarhelst strekkið frá Oyggjarvegnum niðan á Kuplarnar sum er tað, Poul F. vildið yrkt um, skuldi hann valt. Oyggjaleikalandsliðið í 1995 á Gibraltar súkklaðu hetta umaftur og umaftur í sínum fyrireikingum tá, og fleiri dystir hava verið síðani niðan á Sornfelli. Hetta verður tí dagsins Strava avbjóðing.

Vinningur verður latin skjótastu tíð á Strava strekkinum hendan dagin lagt upp áðrenn kl. 20.00 sama dag. Strekkið sæst við at klikkja Strava boksina høgrumegin.