FM MTB 2021 Langteinur

Jólaplúmm er ein vetrakapping, har súkklað verður í góðar 120 min í økinum um Fjallið í Havnadali. Kappingin er 29. desembur kl. 12.00.

Tí at FM kappingarnar í fjallasúkkling vórðu útsettar í heyst, telur hendan kappingin sum FM í langteini.

G.g. minst til at framvísa koronapass.

Stað

Startur og mál eru við Tølthøllina í Havnadali, har møguleiki verður at seta bilin og skifta klæðir. Drekkamunnur verður á aftaná kappingin.

Skrá

11.30 Innskriving og upphiting
12.00 Startur
14.30 Súkklarar lidnir
14.30 Drekkamunnur og heiðursmerki á Læraraskúlanum

Tilmelding

Tilmelding er á webscorer og við innskriving á staðnum áðrenn kappingina. Einki luttøkugjald er fyri hesa kappingina.

Reglur

Súkklað verður ein fastan tein. Ein markatíð verður fyri at tryggja at øll verða liðug í senn. Tað merkir, at tá ið 90 min. eru farnir, steðga fólk, tá ið tey koma um málið. Vinnarin er tann, ið hevur súkklað flest rundur og er fyrstur á mál.

Kappingarbólkar

Kappast verður í opnum bólki hjá kvinnum og opnum bólki hjá monnum. Øll byrja í senn og súkkla saman.

Ruta

Rutan er frá Tølthøllini í Havnadali, runt um Fjallið og oman til Velbastaðvegin, framvið Sandá og aftur til Tølthøllina. Tað er eftir grúsgøtum og er ikki tekniskt avbjóðandi. Hvørt umfar er 8,3 km langt við 130 hæddarmetrum.