Landslið
Landsliðsvirksemið í SST fevnir í løtuni um tríggjar greinar: fjallasúkkling, vegasúkkling og triathlon. Landsliðsvenjari , hevur ábyrgd av teimum trimum greinunum.
Oyggjaleikir 2023 Guernsey
Úttøka í súkkling til Oyggjaleikir á Guernsey 2023
5 kvinnur og 5 menn sum lúka úttøkukrøv kunnu verða úttikin til hvørt av oyggjaleikalandsliðnum í fjallasúkkling og vegasúkkling. Liðið verður úttikið av landsliðsvenjara í samráð við SST í einari kvalitativari og kvantitativari meting eftir teimum fortreytum, sum eru lýstar í hesum skrivi.
Oyggjaleikir 2023 eru eitt fet í fleirára ætlan um at menna súkkluítróttin. Gongdin at manna landslið er ein áhaldandi ferð við bruttolandsliði, luttøku í venjingarlegum, støðismetingum, kappingum og dagligum venjingum. Landsliðsvenjarin samskipar við feløgini, ið skipa seg og menna venjingarumhvørvi fyri ungar og vaksnar súkklarar.
Úttøkufreistin er seinast í apríl 2023. Hugt verður eftir øllum tiltøk fram til tá, umframt tí framgongd ein súkklari er í. Súkklarar sum lúka úttøkukrøv ella ungir íðkarar sum liggja beint um úttøkukrøvini og metast at kunna menna seg, kunnu úttakast. Súkklararnir eiga at hava royndir í altjóða kappingum.
Mett verður út frá trimum faktorum: 1) kappingarúrslitum, 2) støðismetingum og 3) kvalitativum metingum sum heild í mun til at seta sterkasta lið til oyggjaleikakappingarnar.
Kappingarúrslit og luttøka
- Allar kappingar, sum verða skipaðar í 2022 og 2023 telja við í úttøkuni. Hugt verður eftir støðugum og góðum avrikum og luttøku í kappingum.
- Hugt verður fyrst og fremst eftir kappingum í ávísu súkklugreinini, men eisini aðrar relevantar súkklukappingar kunnu liggja til grund fyri meting.
- Kappingar bæði í Føroyum og uttanlands telja við, men sjálvsagt væntast tað, at íðkarin er partur av føroyskari súkkling og luttekur dúgliga í føroyskum súkklukappingum, tiltøkum og felagsvenjing.
- Fyri at gera seg galdandi til landslið, eigur súkklarin at hava royndir frá altjóða UCI kappingum í 2022 og 2023. Tað kunnu vera HC, C1, C2, C3, S1, S2 kappingar t.d. í Norðanlondum.
Støðismetingar
Krospligar støðismetingar fara fram á Fróðskaparsetri Føroya og stuðla dagligu máttmátingum hjá súkklara.
- Máttmátingar (Critical Power, FTP, Power Profile)
- VO2max iltupptøkutest
Fyri at gera seg galdandi, skal súkklarin liggja í Cat2/Very Good ella omanfyri í Coggan critical power profile (mált við máttmátara í kappingum og venjingum) umframt ovara parti av High til Elite í UCI profilini.
Umframt testir, eigur súkklarin at føra elektroniska venjingardagbók á TrainingPeaks við máttmátara, pulsmátara og súkkluteldu fyri at fylgja dagligu venjingini og kvantifisera kappingarúrslit.
Kvalitativar metingar
Landsliðsvenjarin hevur sum ábyrgd at menna súkkluítróttin og at seta sterkasta lið til oyggjaleikir.
- Fyrst og fremst verður hugt eftir framtíðarmøguleikum. Ein ungur súkklari í menning og við neyðuga støðinum og sum vísir serligt ágrýtni og ídni í einari tilvitaðari og støðugari tilgongd kann verða ein framtíðar styrkur á liðnum.
- Í stóran mun verður mett, um súkklarar eru so mikið sterkir, at teir kunnu gera seg galdandi í kappingini. Antin um fremstu plássini ella sum týdningarmiklir stuðulssúkklarar á liðnum.
Úttøka í triathlon til Oyggjaleikir á Guernsey 2023
5 kvinnur og 5 menn sum lúka úttøkukrøv kunnu verða úttikin til oyggjaleikalandsliðið í triathlon. Liðið verður úttikið av landsliðsvenjara í samráð við SST í einari kvalitativari og kvantitativari meting eftir teimum fortreytum, sum eru lýstar í hesum skrivi.
Oyggjaleikir 2023 eru eitt fet í fleirára ætlan um at menna tríítróttin. Gongdin at manna landslið er ein áhaldandi ferð við bruttolandsliði, luttøku í venjingarlegum, støðismetingum, kappingum og dagligum venjingum. Landsliðsvenjarin samskipar við feløgini, ið skipa seg og menna venjingarumhvørvi fyri ungar og vaksnar íðkarar.
Úttøkufreistin er seinast í apríl 2023. Hugt verður eftir øllum tiltøkum fram til tá, umframt tí framgongd ein trííðkari er í. Trííðkarar sum lúka úttøkukrøv ella ungir íðkarar sum liggja beint um styrkikrøvini og metast at kunna menna seg, kunnu úttakast. Íðkararnir eiga at hava royndir í altjóða kappingum.
Mett verður út frá trimum faktorum: 1) kappingarúrslitum, 2) støðismetingum og 3) kvalitativum metingum sum heild í mun til at seta sterkasta lið til oyggjaleikakappingarnar.
Kappingarúrslit, luttøka og kravtíðir
- Allar kappingar, sum verða skipaðar í 2022 og 2023 telja við í úttøkuni. Fyrst og fremst verður hugt eftir støðugum og góðum úrslitum og luttøku í kappingum.
- Hugt verður eftir kappingum á olympiskum teini og sprintteini, men eisini aðrar kappingar við somu arbeiðstíð kunnu liggja til grund fyri meting – svimjikappingar, súkklukappingar og rennikappingar.
- Kappingar bæði í Føroyum og uttanlands telja við, men sjálvsagt væntast tað, at íðkarin er partur av føroyskum tríítrótti og luttekur dúgliga í føroyskum kappingum, tiltøkum og felagsvenjing.
- Fyri at gera seg galdandi til landslið, eigur trííðkarin at hava royndir frá altjóða World Triathlon kappingum í olympiskum teini ella 1/4 IM í 2021 og 2022. Tað kann verða í Norðanlondum.
- Kravtíðir á olympiskum teini síggast á næstu síðu.
Støðismetingar
Krospsligar støðismetingar fara fram á Fróðskaparsetri Føroya. Endamálið er bæði at meta støði og at veita granskingarkunning um tríítrótt í Føroyum. Tað er millum annað:
- Iltupptøkukanningar í súkkling og renning
- Critical power kanningar í súkkling og svimjing
Umframt støðismetingar, eigur trííðkarin at føra elektroniska venjingardagbók á TrainingPeaks við máttmátara, pulsmátara og súkkluteldu fyri at fylgja dagligu venjingini og kvantifisera kappingarúrslit.
Kvalitativar metingar
Landsliðsvenjarin hevur sum ábyrgd at hyggja eftir heildarmyndini um at menna tríítróttin og at senda sterkasta lið til oyggjaleikir.
- Fyrst og fremst verður hugt eftir framtíðarmøguleikum. Ein ungur trííðkari í menning og við neyðuga støðinum og sum vísir serligt ágrýtni og ídni í einari tilvitaðari og støðugari tilgongd kann verða ein framtíðar styrkur á liðnum.
- Í stóran mun verður mett, um íðkararnir eru so mikið sterkir, at teir kunnu gera seg galdandi í kappingini. Antin um fremstu plássini ella sum týdningarmiklir stuðulsíðkarar á liðnum.
Kravtíðir fyri oyggjaleikúttøku
Í talvuni niðanfyri síggjast kravtíðir á olympiskum teini fyri ávikavist kvinnur og menn.
Kvinnur | Menn | |
Kravtíð OL teinur | 2:25:00 | 2:10:00 |
Stuðulstíðir og støðismeting fyri einstakar greinar
Í talvuni niðanfyri síggjast vegleiðandi tíðir, ferð og máttur fyri svimji-, súkkli- og rennikappingar í sær.
Kvinnur | Menn | |||||
Svim | Súkkla | Renn | Svim | Súkkla | Renn | |
min/100m | km/t | min/km | min/100m | km/t |
min/km |
|
Mál |
1:30 |
34,0 | 4:00 | 1:20 | 40,0 |
3:48 |
Menningarmál 5 |
1:32 | 33,5 | 4:02 | 1:22 | 39,5 |
3:50 |
Menningarmál 4 |
1:34 |
33,0 | 4:04 | 1:24 | 39,0 |
3:52 |
Menningarmál 3 |
1:36 |
32,5 | 4:06 | 1:26 | 38,5 |
3:54 |
Menningarmál 2 |
1:38 |
32,0 | 4:08 | 1:28 | 38,0 |
3:56 |
Menningarmál 1 |
1:40 |
31,5 | 4:10 | 1:30 | 37,5 |
3:58 |
Kvinnur |
Menn |
|||||
Svim | Súkkla | Renn | Svim | Súkkla |
Renn |
|
tíð | tíð | tíð | tíð | tíð |
tíð |
|
Mál | 22:30 | 1:10:35 | 40:00 | 20:00 | 1:00:00 | 38:00 |
Menningarmál 5 | 23:00 | 1:11:39 | 40:20 | 20:30 | 1:00:46 | 38:20 |
Menningarmál 4 | 23:30 | 1:12:44 | 40:40 | 21:00 | 1:01:31 | 38:40 |
Menningarmál 3 | 24:00 | 1:13:51 | 41:00 | 21:30 | 1:02:20 | 39:00 |
Menningarmál 2 | 24:30 | 1:15:00 | 41:20 | 22:00 | 1:03:09 | 39:20 |
Menningarmál 1 | 25:00 | 1:16:11 | 41:40 | 22:30 | 1:04:00 | 39:40 |
|
Kvinnur | Menn | ||||
Svim | Súkkla | Renn | Svim | Súkkla |
Renn |
|
W/kg |
W/kg |
|||||
Mál | 3,50 |
4,00 |
||||
Menningarmál 5 | 3,45 |
3,95 |
||||
Menningarmál 4 |
3,40 |
3,90 |
||||
Menningarmál 3 |
3,35 |
3,85 |
||||
Menningarmál 2 | 3,30 |
3,80 |
||||
Menningarmál 1 |
3,25 |
3,75 |