FM MTB 2021 stuttteinur

Jólaplúmm er ein vetrakapping, har súkklað verður í góðar 30 min á økinum kring Eirargarð. Kappingin er 19. desembur kl. 10.00.

Tí at FM kappingarnar í fjallasúkkling vórðu útsettar í heyst, telur hendan kappingin sum FM í stuttteini.

G.g. minst til at framvísa koronapass.

Stað

Startur og mál eru á økinum við Samkomuhøllina/Dampvaskaríið á Landssjúkrahúsinum, Eiragarður 7 . Til ber at seta bilar har ella á Frælsinum við Fróðskaparsetrið/Læraraskúlan, har møguleiki eisini er at skfta og fara í bað. Drekkamunnur verður á Læraraskúlanum í Fimleikahøllini aftaná kappingin.

Skrá

09.30 Innskriving og upphiting
10.00 Startur
10.40 Súkklarar lidnir
11.00 Drekkamunnur og heiðursmerki á Læraraskúlanum

Tilmelding

Eingin tilmelding og innskriving er á staðnum áðrenn kappingina. Einki luttøkugjald er fyri hesa kappingina.

Reglur

Súkklað verður í 30 min pluss eitt umfar. Tá ið tíðin er farin um 30 min., fara súkklarar á síðsta umfar. Vinnarin er tann, ið hevur súkkla flest rundur og er fyrstur á mál.

Kappingarbólkar

Kappast verður í opnum bólki hjá kvinnum og opnum bólki hjá monnum. Øll byrja í senn og súkkla saman.

Ruta

Teinurin hevur verið nýttur fleiri ferðir áður, bæði til plúmm og FM kappingar. Mál og startur verður við dampvaskaríið. Rutan er 1 km long við 30 hm og hevur blandað undirlag við asfalti, grúsi, einari lættari trappu og einhvørjum góðum. Rutan er ikki torfør, men hon lønar einum góðum tekniskum súkklara. Tað slepst tó ikki undan, at har skal traðkast nóg og hart, um ein ætlar at skunda sær runt.