Nýggjársfleirkappingin 2021

Seinastu 20 árini hevur verið skipað fyri kapping nýggjársaftan. So verður eisini í ár, runt á Rossagøtunum í Havnadali. Kappingin verður 31. desembur kl. 10.00.

Tað, at hetta er ein fleirkapping, merkir, at tú kanst velja um tú luttekur í blandaðari duathlon kapping, har tú bæði rennur og súkklar, ella tú velur antin bara at súkkla ella renna.

G.g. minst til at vísa koronapass/negativa test.

Stað

Startur og mál eru við Tølthøllina í Havnadali, har møguleiki verður at seta bilin og skifta klæðir. Drekkamunnur verður á aftaná kappingin.

09.30 Innskriving og upphiting
10.00 Startur
11.30 Drekkamunnur og heiðursmerki á Tølthøllina

Tilmelding

Tilmelding er umvegis webscorer og við innskrivingina á staðnum áðrenn kappingina. Meldið gjarna til áðrenn fyri at lætta um á degnum.

Einki luttøkugjald er fyri hesa kappingina.

Reglur

Tey, ið renna, fara av ríðingabreytina norðuryvir, og renna við sólini. Fjallasúkklarar fara av ríðingabreytina suðuryvir, og súkkla móti sólini.

Kappingarbólkar

Kappast verður í opnum bólki hjá kvinnum og opnum bólki hjá monnum.

Til ber at velja 3 greinar, ið síggjast í talvuni niðanfyri. Øll byrja í senn.

Grein Umfør Teinur Hædd
Renning 2 8,2 km 200 hm
Súkkling 6 25,2 km 600 hm
Duathlon 1/3/1 4,1 km/12,3 km/1,1 km 100 hm/300 hm/65 hm

G.g. at vegna útsettu kappingarnar í heyst, telur súkklukappingin sum FM í fjallasúkklin á olympiskum teini.

Ruta

Niðanfyri síggjast ruturnar lýstar á korti, har tað ber til at zooma nærri og kanna rutuna. Eisini eru leinkjur til Strava segment av rutunum niðanfyri.