Fuglafjarðar Snarathlon
Í samband við at mentanardagar eru í Fuglafirði, verður skipað fyri einari avbjóðing í triathlon leygarmorgunin 7. septembur. Avbjóðingin er ætlað øllum áhugaðum, royndum sum óroyndum. Av tí at teinurin ikki er langur, er hetta eitt gott høvi hjá nýggjum íðkarum at royna triathlon.
Lýsing av avbjóðingini
Luttikið verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Øll royna sama tein ið er 130 m svimjing, 6 km súkkling og 1,6 km renning.
Skrá
Kl. 10.30 innskriving
Kl. 11.00 kunningarfundur
Kl. 11.20 upphiting
Kl. 12.00 startur
Tilmelding
Tilmelding til avbjóðingina fer fram á atgongumerki.fo, og tað er ókeypis at luttaka. Freistin at melda til er fríggjadagin 6. sep kl. 16.00. Luttakaralisti sæst her.
Innskriving og kunningarfundur
Innskriving og kunningarfundur verður í Mentanarhúsinum.
Svimjing
Svimjingin verður á sjónum út frá sandinum í Fuglafirði. Allir luttakarar skulu svimja tvær rundir á 65m. Boyðir eru á sjónum, sum vísa hvar ein skal svimja. Eftir fyrstu runduna skal ein upp á sandin og renna runt um eina keylu, sum stendur á sandinum, áðrenn farið verður út at svimja aðru rundu.
Súkkling
Samlaða súkklirutan er 6km long og har eru 97 hæddarmetrar. Súkklað verður frá mentanarhúsinum yvir til Ribarhus, eftir Toftagøtu niðan til Thabor. har vent verður inn á kirkjuvegin, harífrá gongur leiðin framvið kirkjuni og víðari oman til svingið, har gamli Sparikassin var. Har verður vent til vinstru oman til Haraldsen. Hetta er 1 runda. Hetta skal súkklast 7 ferðir áðrenn luttakarin kann venda inn á parkeringsøkið við mentanarhúsið og seta súkkluna frá sær. Rutan verður merkt upp við pílum og keylum. Allir luttakarar skulu hava hjálm.
Renning
Samlaða rennirutan er 1,6km við 36 hæddarmetrum. Renningin byrjar frá Mentanarhúsinum, framvið Haraldsen, beint áðrenn komið verður til bókasavnið verður vent niðan á gøtuna, sum er aftanfyri bókasavnið, harífrá verður runnið niðan ímóti kirkjuni, áðrenn komið verður til kirkjuna verður vent til vinstru, framvið Siloa og oman ímóti standmyndini av Victor Danielsen og oman aftur til Haraldsen. Hetta skal rennast 4 ferðir, áðrenn komið verður á mál. Rutan verður merkt við pílum og keylum.
Skiftiøki
Øll skiftir fara fram uttanfyri mentanarhúsið. Hvør luttakari skal hava ein kassa, balju ella líknandi, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu verða í.
Trygd
Hjálparfólk verða á svimjirutuni og vegirnir á súkklirutuni eru stongdir.
Lýsing
- Grein: tri
- Stað: Fuglafjørður
- Dato: 7. september 2024
- Innskriving: kl. 10:30
- Byrjan: kl. 12:00
Bólkar
- Opin bólkur