FM VEG 2024 Tíðarsúkkling
Kappingin um FM heitið í tíðarsúkkling á vegnum verður mikukvøldið 4. september kl. 18.00 á Strondum.
TILMELDING
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Evsta freist at melda til er sunnukvøld 1. september. Luttakaralisti sæst her.
SKRÁ
Kl. 16.00 Innskriving byrjar
Kl. 17.15 Innskriving endar
Kl. 17.45 Startuppkall og kunning
Kl. 18.00 Startur
Kl. 19.15 Síðstu súkklarar á mál
Kl. 19.30 Heiðursmerkjahandan
STEVNUØKI
Karmur um stevnuøkið verður við Strandamáling.
Innskrivingin er á stevnuøkinum
LÝSING AV KAPPING
Kappast verður í tíðarsúkkling. Súkklarar verða styrkismettir eftir úrslitum frá fyrra árið ella frá øðrum nýligum kappingum, um teir ikki luttóku við fyrra FM. Hvør súkklari byrjar við 30-60 s millum, alt eftir luttakaratali. Ikki er loyvt at sita nær at hjóli hjá einum øðrum súkklara. Um ein yvirhálar ein súkklara, skal tað gerast við ferð og frástøða skal haldast áðrenn og aftaná yvirhálingina. Tann, ið verður yvirhálaður, hevur ikki loyvi at leggja seg í skjól hjá tí sum yvirhálar. Súkklarin, ið brúkar styts tíð um teinin, vinnur.
LÝSING AV RUTU
Startur og mál er við Strandamáling sunnast á Strondum. Súkklað verður frá málinum fram við sjóvarmálanum og eftir Strandavegi gjøgnum rundkoyringina, har brekkan niðan á hægsta punkt á teininum byrjar. Komin niðan á Skarpheyggj verður súkklað víðari eftir landsvegnum allan vegin inn á Skálabotn við Effo at venda. Túrurin heim aftur er júst tann sami, inntil súkklarin er komin á mál við Strandamáling. Teinurin er 26,8 km við 220 hm og sæst niðast á síðuni.
KAPPINGABÓLKAR
FM heitið er í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Kappingin er eisini skipað í aldursbólkunum U19, U23, M40, M50 og M60.
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Strendur
- Dato: 4. september 2024
- Innskriving: kl. 16:00
- Byrjan: kl. 18:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60