FM VEG 2024 Vegasúkkling
Kappingin um FM heitið í vegasúkkling verður á Sandoynni 15. septembur 2024. Startur og mál verður í Skálavík og súkklað verður millum 51 og 102 km.
*Gevið gætur, at vegna veður er kappingin flutt frá leygardegi 14. septembur til sunnudag 15. septembur*
Tilmelding
Luttøkugjaldið fyri FM kappingina er 100 kr. og tilmeldingin fer fram á Atongumerki. Freistin at melda til er mánakvøldið 9. septembur. Luttakarlisti sæst her.
Skrá
12.10 Innskriving til kappingina
12.50 Startuppróp
13.00 Kappingin byrjar
16.15 Fyrstu súkklarar á mál
17.30 Heiðursmerkjahandan og lætt hugnahald í Skálavík
Hugnahald
Í samband við tiltakið verður skipað fyri løttum hugnahaldi við mati í Skálavík aftaná kappingina. Pláss er fyri 50 gestum til hugnahaldið og hesi skulu bíleggjast saman við tilmeldingini.
Lýsing av kapping
Vegasúkkling er kappsúkkling í langteini, har súkklað verður í bólki ein ávísan tein. Fyrsti súkklari á mál er vinnari. Tað snýr seg bæði um styrki og taktiskt evni hjá einstaka súkklaranum, men eisini um samspæl millum súkklarar á sama liði.
Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør, hvør bólkur súkklar. Talið av umførum kann broytast á degnum, um dómarin metir, at færri ella fleiri umfør skulu súkklast vegna broyttar umstøður.
– Gevið gætur, at í bólkinum hjá monnum er seinasta mark fyri at súkkla aðru ferð til Húsavíkar og Dals kl. 16.30 (3,5 tímar). Eftir hetta verður súkklað beint á mál í Skálavík.
Lýsing av rutu
Startur og mál eru í Skálavík við Ungmannafelagið Keldan. Súkklað verður úr Skálavík til Sands og víðari til Skopunar at venda á ferjuleguni. Úr Skopun verður síðani súkklað aftur til Sands og víðari gjøgnum Húsavík til Dals. Úr Dali verður súkklað aftur til Skálavíkar.
- Opin bólkur hjá monnum súkklar teinin tvær ferðir
- Opin bólkur hjá kvinnum og aldursbólkar hjá monnum súkkla teinin einaferð umframt einaferð til Sands at venda og aftur til Skálavíkar
- Aldursbólkar hjá kvinnum og motiónsbólkurin súkkla teinin einaferð
Aldursbólkar
Bólkur | Árgangir | Teinur | Hædd |
---|---|---|---|
Opin bólkur menn | 1985-2001 | 102 km | 1900 hm |
Opin bólkur kvinnur | 1985-2001 | 69 km | 1300 hm |
U23 | 2002-2005 | 69 km | 1300 hm |
M40 | 1975-1984 | 69 km | 1300 hm |
M50 | 1965-1974 | 69 km | 1300 hm |
M60 | 1955-1964 | 51 km | 950 hm |
Motiónsbólkur | 51 km | 950 hm |
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Skálavík
- Dato: 15. september 2024
- Innskriving: kl. 12:10
- Byrjan: kl. 13:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60
- Motión