FM VEG 2025 Vegasúkkling
*Gevið gætur, at vegna serligar umstøur verður kappingin sunnudagin 7. septembur útsett, nýggja dato blívur 14.septembur kl 09.00*
Kappingin um FM heitið í vegasúkkling verður 14. septembur 2025. Startur og mál verður við Tjarnir í Hoyvík og súkklað verður 101 km við umleið 1500hm í opna bólkinum. Kvinnur og unglingar súkkla styttri tein á 80 km.
Tilmelding
Luttøkugjaldið fyri FM kappingina er 100 kr. og tilmeldingin fer fram á Atongumerki. Freistin at melda til er fríggjakvøldi 12. septembur. Luttakarlisti sæst her.
Skrá
08.00 Innskriving til kappingina
08.50 Startuppróp
09.00 Kappingin byrjar
12.15 Fyrstu súkklarar á mál
13.30 Heiðursmerkjahandan
Stevnuøki
kunning kemur skjótt
Lýsing av kapping
Vegasúkkling er kappsúkkling í langteini, har súkklað verður í bólki ein ávísan tein. Fyrsti súkklari á mál er vinnari. Tað snýr seg bæði um styrki og taktiskt evni hjá einstaka súkklaranum, men eisini um samspæl millum súkklarar á sama liði.
Lýsing av rutu
Tjarnir, Svínáir, Saksun, Tjarnir
Startur og mál eru í Hoyvík við Tjarnir. Súkklað verður úr Hóyvík til Svínáir har Opin bólkur vendur við Ljósáir, so venda kvinnur og unglingar við rundkoyringini við
Norðskálatunnilin, og fara síðan beina kós suður gjøgnum Sundalagið. Opin bólkur skal til Saksun at venda, áðrenn kósin verður sett suður gjøgnum Sundalagið.
- Opin bólkur hjá monnum súkkla teinin Tjarnir, Svínáir, Saksun, Tjarnir
- Opin bólkur hjá kvinnum og aldursbólkar hjá monnum súkkla teinin Tjarnir, rundkoyringini við
Norðskálatunnilin, Tjarnir - Aldursbólkar hjá kvinnum og motiónsbólkurin súkkla teinin Tjarnir, rundkoyringini við Norðskálatunnilin, Tjarnir
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Tórshavn
- Dato: 14. september 2025
- Innskriving: kl. 08:00
- Byrjan: kl. 09:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60
- Motión
