Framløga um venjing og venjingarætlan

Vit fáa vitjan av Lasse Iversen, sum hevur drúgvar royndir innan venjing og venjingarætlan. Hann fer at deila sína vitan og praktisku royndir við okkum. Framløgan byrjar við einari stuttari innleiðslu um TrainingPeaks – amboðið, vit nýta – og heldur fram við dømum frá ítróttarfólkum, vit hava arbeitt við tey seinastu árini.

Endamál við framløguni:

• At fáa innlit í grundreglurnar fyri effektiva venjing

• At skilja, hvussu ein venjingarætlan verður skipað og tillagað

• At seta spurningar og fáa íblástur til egnu ella aðra venjingarhættir

Framløgan er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri kropsligari venjing – bæði einstaklingar og felagsskapir. Vit vóna, at tit hava hug og møguleika at luttaka.

Tiltakið verður leygardagin 13. septembur kl. 13.00 í ÍSF húsinum, Eystara bryggja 30, ovasta hædd.

Tilmelding er á atgongumerki.fo við at fylgja leinkjuni høgrumegin.  Freistin at melda til er fríggjadagin 12. septembur kl 12.00.

Við kvøðu

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon