FM VEG 2025 Býarsúkkling

*Gevið gætur, at vegna serligar umstøur verður kappingin fríggjadagin 5. septembur útsett, nýggja dato blívur  19.septembur*

skrá kemur skjótt

TILMELDING

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Evsta freist at melda til er hóskvøldi 18. septembur. Luttakaralisti sæst her.

Skrá

Kl. 17.30 Innskriving
Kl. 18.50 Startuppkall og kunning
Kl. 19.00 Startur
Kl. 20.00 Súkklarar á mál
Kl. 20.15 Heiðursmerkjahandan

Stevnuøki

Møtt verður Toftakaj, har innskrivingin er. Mong parkeringsøki eru nærindis. Møguleiki er ikki fyri at fara í bað.

Lýsing av kapping

Súkklað verður í 45 min. + 3 umfør. Tað vil siga, at tá ið 45 min. eru farnir, verður ringt á einari klokku og súkklað verða 3 umfør afturat.

Vanligt er, at tá ið ein verður yvirhálaður við einari umfari, steðgar ein í kappingini. Her verður tó loyvt øllum at halda á, inntil kappingartíðin er farin. Tó so, at verður ein súkklari tikin við einum umfari, skal hann/hon geva pláss fyri tí, ið yvirhálar, og ikki ávirka kappingarstøðuna hjá teimum, ið eru frammanfyri. Eisini, so steðgar kappingin fyri øll, tá ið vinnarin kemur á mál. Ringt verður við klokku, tá síðsta umfar er.

Lýsing av rutu

Startur og mál eru á Toftagjógv uttanfyri. Súkklað verður við sólini í ring – fyrst suðureftir til kassamiðstøðina, har vent verður til høgru út á kaina og súkkla norður til bátahyllin. Síðani til høgru suðureftir. Teinurin er 1,15 km langur við 0 hæddarmetrum.