Klaksvík Snarathlon 2024

Í samband við Virkið Heyst í Klaksvík, verður skipað fyri einari avbjóðing í triathlon 28. septembur.

Lýsing av avbjóðingini

Luttikið verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Øll royna sama tein ið er 200 m svimjing, 5 km
súkkling og 2 km renning.

Skrá

Kl. 09.30 innskriving
Kl. 10.00 kunningarfundur
Kl. 10.20 upphiting
Kl. 11.00 startur

Tilmelding

Tilmelding til avbjóðingina fer fram á atgongumerki.fo, og tað er ókeypis at luttaka. Freistin at melda til er
fríggjadagin 27. sep kl. 12.00. Luttakaralisti sæst her.

Innskriving og kunningarfundur

Innskriving og kunningarfundur verður í Klaksvíkar Svimjuhøll.

Svimjing

Svimjingin verður í Klaksvíkar Svimjuhøll, og verður svomi 200 m, tvs 8 longdir.

Súkkling

Samlaða súkklirutan er ca 6km. Súkkla verður frá Guttabreyt og síðan 3 ferðir runt Eið.

Renning

Samlaða rennirutan er 2 km, tvs 5 ferðir runt á rennibreytini.

Skiftiøki

Øll skiftir fara fram uttanfyri svimjuhøllina. Hvør luttakari skal hava ein kassa, balju ella líknandi, har klæðir
og útgerð hjá viðkomandi skulu verða í.

Trygd

Hjálparfólk verða á svimjirutuni og á vegnum tá súkkla verður.