FM VEG 2022 Vegasúkkling
Kappingin um FM heitið í vegasúkkling verður á Sandoynni 19. juni 2022. Startur og mál verður í Skálavík og súkklað verður millum 51 og 102 km.
*Gevið gætur, at vegna veður er kappingin flutt frá leygardegi 18. juni til sunnudag 19. juni*
Tilmelding
Luttøkugjaldið fyri FM kappingina er 100 kr. og tilmeldingin fer fram á Atongumerki. Freistin at melda til er sunnukvøldið 12. juni. Luttakarlisti sæst her.
Skrá
11.15 Báturin fer av Gomlurætt
12.00 Bussur fer úr Skopun til Skálavíkar
12.30 Innskriving til kappingina
12.50 Startuppróp
13.00 Kappingin byrjar
16.15 Fyrstu súkklarar á mál
17.30 Heiðursmerkjahandan og lætt hugnahald í Skálavík
18.00 Bussur fer úr Skálavík
18.35 Bátur fer úr Skopun
Flutningur og hugnahald
Í samband við tiltakið verður skipað fyri løttum hugnahaldi við mati í Skálavík aftaná kappingina. Pláss er fyri 50 gestum til hugnahaldið og hesi skulu bíleggjast saman við tilmeldingini. Flutningur er skipaður við bussi í hesum sambandi. Kostnaður fyri buss og hugnahald er 250 kr.
Í samband við bussflutning, verða súkklur fluttar við vøruvogni úr Skopun til Skálavíkar.
Lýsing av kapping
Vegasúkkling er kappsúkkling í langteini, har súkklað verður í bólki ein ávísan tein. Fyrsti súkklari á mál er vinnari. Tað snýr seg bæði um styrki og taktiskt evni hjá einstaka súkklaranum, men eisini um samspæl millum súkklarar á sama liði.
Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør, hvør bólkur súkklar. Talið av umførum kann broytast á degnum, um dómarin metir, at færri ella fleiri umfør skulu súkklast vegna broyttar umstøður.
– Gevið gætur, at í bólkinum hjá monnum er seinasta mark fyri at súkkla aðru ferð til Húsavíkar og Dals kl. 16.30 (3,5 tímar). Eftir hetta verður súkklað beint á mál í Skálavík.
Lýsing av rutu
Startur og mál eru í Skálavík við Mølina. Súkklað verður úr Skálavík til Sands og víðari til Skopunar at venda á ferjuleguni. Úr Skopun verður síðani súkklað aftur til Sands og víðari gjøgnum Húsavík til Dals. Úr Dali verður súkklað aftur til Skálavíkar.
- Opin bólkur hjá monnum súkklar teinin tvær ferðir
- Opin bólkur hjá kvinnum og aldursbólkar hjá monnum súkkla teinin einaferð umframt einaferð til Sands at venda og aftur til Skálavíkar
- Aldursbólkar hjá kvinnum og motiónsbólkurin súkkla teinin einaferð
Aldursbólkar
Bólkur | Árgangir | Teinur | Hædd |
---|---|---|---|
Opin bólkur menn | 1983-1999 | 102 km | 1900 hm |
Opin bólkur kvinnur | 1983-1999 | 69 km | 1300 hm |
U23 | 2000-2003 | 69 km | 1300 hm |
M40 | 1973-1982 | 69 km | 1300 hm |
M50 | 1963-1972 | 69 km | 1300 hm |
M60 | 1953-1962 | 51 km | 950 hm |
Motiónsbólkur | 51 km | 950 hm |
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Skálavík
- Dato: 19. juni 2022
- Innskriving: kl. 11:00
- Byrjan: kl. 12:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60
- Motión