FM VEG 2022 Tíðarsúkkling

Kappingin um FM heitið í tíðarsúkkling á vegnum verður hóskvøldið 16. juni  kl. 18.00 á Strondum.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Evsta freist at melda til er sunndagin 12. juni. Luttkaralisti sæst her.

Skrá

Kl. 16.00 Innskriving byrjar
Kl. 17.15 Innskriving endar
Kl. 17.45 Startuppkall og kunning
Kl. 18.00 Startur
Kl. 19.15 Síðstu súkklarar á mál
Kl. 19.30 Heiðursmerkjahandan

Stevnuøki

Karmur um stevnuøkið verður við Strandamáling og caféina Urtahavin. Caféin Urtahavin er ein nýggj spennandi café, sum er vælvitjað og hevur altkyns vørur til keyps. Ein lættur biti verður til súkklararnar aftaná kappingina.

Innskrivingin er á stevnuøkinum og møguleiki er at skifta og fara í bað á Stranda Skúla smáar 500 m frá stevnuøkinum.

Lýsing av kapping

Kappast verður í einkultstarti. Súkklarar verða styrkismettir eftir úrslitum frá fyrra árið ella frá øðrum nýligum kappingum, um teir ikki luttóku við fyrra FM. Hvør súkklari byrjar við 30-60 s millum, alt eftir luttakaratali. Ikki er loyvt at sita nær at hjóli hjá einum øðrum súkklara. Um ein yvirhálar ein súkklara, skal tað gerast við ferð og frástøða skal haldast áðrenn og aftaná yvirhálingina. Tann, ið verður yvirhálaður, hevur ikki loyvi at leggja seg í skjól hjá tí sum yvirhálar. Súkklarin, ið brúkar styts tíð um teinin, vinnur.

Lýsing av rutu

Startur og mál er við Strandamáling sunnast á Strondum. Súkklað verður frá málinum fram við sjóvarmálanum og eftir Strandavegi gjøgnum rundkoyringina, har brekkan niðan á hægsta punkt á teininum byrjar. Komin niðan á Skarpheyggj verður súkklað víðari eftir landsvegnum allan vegin inn á Skálabotn við Effo at venda. Túrurin heim aftur er júst tann sami, inntil súkklarin er komin á mál við Strandamáling. Teinurin er 26,8 km við 220 hm og sæst niðast á síðuni.

Kappingabólkar

FM heitið er í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Kappingin er eisini skipað í aldursbólkunum U19, U23, M40, M50 og M60.

Bólkur Árgangir Kappingartíð Umfør
U19 2004-2005 60 3
U23 2000-2003 60 3
Opin bólkur kvinnur 1983-1999 90 4
Opin bólkur menn 1983-1999 90 5
M40 1973-1982 75 4
M50 1963-1972 80 4
M60 1953-1962 60 3