FM VEG 2020 Kriterium
Kappingin um FM heitið í greinini Kriterium verður hóskvøldið 24. septembur kl. 19.00 á Velbastað. Tað er Tórshavnar Súkklufelag sum skipar fyri kappingini.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á www.webscorer.com/sstfo. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er mikukvøldið 23. septembur.
Skrá
Kappingin byrjar kl. 19.00 og súkklað verður í 40 min umframt eitt finaluumfar.
- 18.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast mikukvøldið 23. septembur
- 18.15 Upphiting á rutuni
- 18.50 Uppkalling til start
- 19.00 Startur
Lýsing av rutu
Startur og mál er við Okkara á Velbastað og rutan er 3,8 km long við 100 hm hvørt umfarð. Súkklað verður í ein ring fra Okkara niðan á landsvegin, oman til tyrvingina frá tunlinum, inn eftir gamla vegnum móti Velbastað og síðani eftir Ervavegi niðan til Okkara aftur. Rutan sæst á korti niðast, og trýstir tú á kortið, verður tú tikin til Google Maps har tú kanst granska rutuna. Eisini er ein leinkja til Strava segment fyri rutuna.