FM VEG 2020 Einkultstartur
Kappingin um FM heitið í greinini Einkultstartur verður fríggjakvøldið 25. septembur kl. 18.00 í Hvalvík. Tað er Tórshavnar Súkklufelag sum skipar fyri kappingini. Legg til merkis, at kappingin er flutt frá kl. 19 til kl. 18.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á www.webscorer.com/sstfo. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er mikukvøldið 23. septembur.
Skrá
Kappingin byrjar kl. 19.00.
- 17.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast mikukvøldið 23. septembur
- 17.15 Upphiting á rutuni
- 17.50 Uppkalling til start
- 18.00 Startur
Lýsing av rutu
Startur og mál: Skúlin í Hvalvík
Vit koyra frá Hvalvík til Saksun. Venda við vegin til Svartá, og koyra síðan aftur til Hvalvík. Teinurin er uml. 21 km langur