Súkklutiltakið Everesting

Hugtakið Everesting er sera einfalt: Vel eina brekku. Súkkla brekkuna til tú hevur klatrað 8.848 m. – sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum og sama túri. Tað er eingin tíðaravmarking, men tað er ikki loyvt at sova.

Gg. at dagurin nú er valdur og at tiltakið verður 21. juli 2020.

Ein dag í viku 30 fer Jákup Petur Eliassen saman við øðrum at royna Everesting. Hann hevur valt brekkuna frá Autoservice niðan á Kleynsvarða, sum skal súkklast 42 ferðir fyri at røkka hæddina á Everest. Júst hvør dagurin verður er ikki endaliga avgjørt enn, tí hetta krevur gott veður, so tískil verður besti dagurin í viku 30 valdur.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) og Tórshavnar Kommuna fara í samband við Everesting-tiltakið at skipa fyri einum súkklutiltakið fyri øll, har øll, ung sum eldri, hava møguleika at súkkla saman við Jákup Petur og øðrum súkklarum.

Øll kunnu vera við. Allar súkklur kunnu nýtast. Súkkla ein part av brekkuni, súkkla brekkuna eina ferð ella súkkla hana 5 ferðir og tú hevur súkklað ein Slættaratind. Tað er líkamikið, um tú súkklar brekkuna 1 ferð, 5 ferðir, 12 ferðir ella 42 ferðir, ella eitt hvørt annað tal av ferðum niðan. Vit ynskja at vísa á, at súkkling er góð rørsla, og øll kunnu verða við. Tær nýtist heldur ikki at súkkla, kom ein túr niðan og njót veðrið, og heppa á tey, ið royna seg. Veðrið verður jú gott.

Tiltakið er samstundis eitt stuðulstiltak, har alt yvirskotið fer til Eydnudeildina. Tað kostar einki at luttaka, men øll eru vælkomin at stuðla, tá ið tey melda seg til ella keypa sær kaffi ella vaflur á Basecamp, ið verður uttanfyri hjá Autoservice. Eisini verða stuðlar har, sum fara at bjóða øllum okkurt gott.

Skrá

Teir luttakararnir, ið ætlað at súkkla allan teinin, byrja kl. 5 um morgunin og súkkla væntandi inntil kl. 22 um kvøldið. Basecamp hevur opið alt tíðarbilið, men tað er serliga seinnapartin millum kl. 14-22 at tiltakið verður hildið. Ætlar tú tær at súkkla ein longri tein, er skilagott um tú møtir tíðliga. Tá ið síðsti Everestari er komin á mál, steðga vit tiltakinum.

Kl. 05.00 Fyrstu súkklarar byrja

Kl. 16.00 Høvuðstiltakið byrjar á Basecamp við Autoservice

Kl. 17.00 Signar í Homrum

Kl. 18.00 Súkkla saman við Rynkeby

Kl. 19.00 Ingi Poulsen

Kl. 22.00 Everestarar væntast á mál og tiltakið endar

Undir tiltakinum verður boðið ókeypis frukt, vatn, hotdog, kakao, vaflur og kaffi. Eisini verður møguleiki at leiga súkklur frá Rentabike og Súkkluverkstaðið hjá Gunnar sýnir fram.

Tilmelding

Niðast á síðuni er ein tilmeldingarknøttur, ið førir teg til tilmeldingina. Tá ið tú meldar til, kanst tú velja ein av omanfyri nevndu teinunum. Tú bindur teg ikki at súkkla hesar teinarnar, men tað er ein hjálp hjá okkum at vita, hvussu nógv væntandi fara at súkkla hvønn tein. Melda tí til tiltakið og vel ein tein tú kundi hugsað tær at roynt.

Áskoðarar –  lat bilin standa og gangið niðan

Tað er ein stórur stuðul hjá súkklarunum, at áskoðarar heppa og gleða teir við sangi, dansi, vinarligum rópum og hvat áskoðarar annars duga at finna uppá. Hetta er eitt rørslutiltak og vit fara at heita á fólk at nýta høvið at ganga ein túr niðan á Kleynsvarða og heppa á súkklararnar á gongutúrinum niðan. Latið bilin standa. Umframt heilsuframan av at ganga, snýr tað seg eisini um trygdina á vegnum hjá súkklarunum. Um tit koma til Havnar, koyrið tá ikki eftir oyggjarvegnum, men gjøgnum Kaldbakstunnilin. Setið bilin á einum av mongu parkeringsplássunum á Hálsi, við Tórsbreyt ella hjá stuðli okkara Autoservice. Sløðið ikki bilar aðrastaðni enn á skikkaðum parkeringsplássum. Parkeringsvaktar eru bidnir um at ansa eftir hesum. Á kortinum niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir súkklutein, basecamp og parkeringsøki.