FM VEG 2020 Vegasúkkling
Kappingin um FM heitið í greinini Vegasúkkling verður leygardagin 26. septembur. Byrjað verður í Havn kl 15.00 og endað verður á Eiðisskarði. Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum skipar fyri kappingini. Legg til merkis, at kappingin er flutt frá kl. 16 til kl. 15.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á www.webscorer.com/sstfo. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er mikukvøldið 23. septembur.
Skrá
Kappingin byrjar kl. 15.00.
- 14.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast mikuvøldið 23. septembur
- 14.50 Uppkalling til start
- 15.00 Startur
Lýsing av rutu
Tveir teinar verða fyri ymsu FM bólkarnar:
Longri teinur 76 km: Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Hósvík – tunnilin við Streymin – Elduvík – Funning – Eiðisskarð
Styttri teinur 56 km: Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Eiði – Eiðisskarð