FM TRI 2026 Sprint teinur

FM TRI 2026 Sprint

Kappingin um FM heitið 2026 í triathlon á sprintteini verður í Havn sunnudagin 20. septembur kl 9.00

Lýsing av kapping.

Kappast verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum og kappingin er ein draft kapping. Tað vil siga, at tað er loyvt at drafta og at súkklað verður á kappsúkklu. Eisini kappast aldursbólkarnir U15, U17, U19, U23, M40, M50 og M60 um aldursbólka FM.  Øll kappast sama tein á 750 m svimjing, 20km súkkling og 5 km renning.

Skrá

08.00 Kunningarfundur
08.15 Innskriving
08.30 Upphiting

09.00 Startur
11.20 Kappingin liðug

Tilmelding

Tilmelding til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 110 kr. Prísurin hækkar til 210 kr sunnukvøldið 13. septembur. Luttakaralisti sæst her.

Innskriving

Innskrivingin verður í Svimjihøllini beint uttanfyri cafeteria.

Skiftiøki

Øll skift fara fram í serskildum skiftiøki. Hvør luttakari skal hava eina balju/kurv við, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu vera í.

  • Áðrenn farið verður at svimja, verður baljan stillað í skiftiøkið.
  • Tá liðugt er at svimja, rennur hvør luttakari niðan til sína balju, í skiftiøkinum, letur seg í til súkklingina, og leggur brillur og annað frá svimjingini í baljuna.
  • Tá liðugt er at súkkla, verða súkkluskógvar og hjálmur lagdir í baljuna, og skift verður í renniskógvarnar.
  • Tað er ikki loyvt at taka súkkluna áðrenn hjálmur er spentur á høvdi og fara á súkkluna áðrenn skiftimarkið á veg út úr skiftiøkinum. Á veg inn í skiftiøkið skal íðkarin av súkkluni áðrenn linjuna við skiftimarkið.

Tað er týdningarmikið, at reglurnar fyri skiftiøki verða hildnar. Dómari verður á staðnum, og um neyðugt, verður tíðarstraffur givin fyri brot. Hetta verður lýst nærri í startkunningini.

Svimjing

Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Svomið verður aftur og fram á banunum og svimjara svimja í somu geil allan teinin. Hjálparar verða at telja.

Vátdrakt og neoprene shorts er ikki loyvd til FM í opna bólki.

Súkkling

Súkklað verður á kappsúkklu og loyvt er at drafta. Tískil er tíðarsúkkla ikki loyvd.

Súkklað verður frá Svimjihøllin til Skansin, niðan Jónas Broncksgøtu, eftir Hoyvíksvegnum, eftir Tjaldursvegi, og so á R. C. Effersøesgøtu.

Teinurin skal koyrast fýra ferð. Fjórðu ferð verður súkklað til skiftiøkið við svimjihøllina til T2.

Góðkendur súkkluhjálmur (CE Merktur) er eitt krav fyri at luttaka. Hjálmur skal verða á høvdinum og spentur fastur áðrenn súkkluna verður tikin av stativinum.

Vanligar ferðslureglar eru galdandi. Tí verður rátt til at vísa stórt skynskemi, hóast tað er kapping. Teinurin er tilsamans 20 km.

Renning

Runnið verður frá svimjihøllini við sólini eftir Eystara Ringvegi, framvið Strond, niðaneftir Jónas Broncksgøtu, eftir Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegi, og síðan eftir R. C. Effersøesgøtu, og á mál við svimjihøllini. Teinurin er 4,9 km við 60 hm.