Ein familju-súkkludagur 🚲

Sandoy saman á súkklu

Kom við til ein hugnaligan familjudag á Sandi – við súkkling, spæli, aktivitetum og góðum løtum fyri stór og smá

Leygardagin 26. september 2026 frá kl. 10.00–15.00 savnast vit við Meginskúlan á Sandi til ein dag, har øll kunnu vera við – óansæð um tú ert royndur súkklari, nýbyrjari, barn ella bara hevur hug at koma við familjuni og njóta dagin.

Á degnum verður nógv meira enn bara súkkling. Við Meginskúlan verður lív og hugni við millum annað hoppiborg, kreaborði, súkklubana til tey minstu og øðrum aktivitetum, meðan tey, sum hava hug, kunnu velja millum fleiri ymiskar súkklurutar runt á Sandoynni.

Tú kanst koma fyri at súkkla 5 kilometrar, 90 kilometrar – ella als ikki. Endamálið er tað sama: at fáa ein góðan dag saman, røra seg, hava tað stuttligt og uppliva Sandoy á ein øðrvísi hátt.

Hetta er ikki ein kapping. Eingin tíðtaking, eingin skal vera fyrstur á mál, og tú velur sjálv/ur bæði rutuna og ferðina.

Tak familjuna, vinfólkini og súkkluna við – og kom við til Sandoy saman á súkklu.

Títt tempo. Tín ruta. Ein góður dagur saman.

🚲 Vel ta rutuna, sum hóskar tær

Allar ruturnar hava útgangsstøði við Meginskúlan á Sandi, og tú velur sjálv/ur, hvør ruta hóskar best til tín og títt støði.

Barnaruta – 5,5 km

Ein stutt og lættkomilig ruta ætlað børnum.

Barnarutan verður løgd til rættis sum ein lukkað royndarruta, har børn kunnu koma og royna seg á súkklu í tryggum og góðum karmum.

Tað snýr seg ikki um tíð ella ferð – men um at hava tað stuttligt og fáa eina góða uppliving á súkkluni.

5,5 km · fyri børn · kom og royn teg

Byrjanarruta – 17,6 km

Fyri tey, sum fegin vilja royna eitt sindur meira, men ikki hava hug at fara út á eina av longru rutunum.

Eisini byrjanarrutan verður skipað sum ein lukkað royndarruta, har til ber at koma og royna seg í sínum egna tempo.

Hon hóskar væl til nýbyrjarar, familjur og onnur, sum vilja fáa eina góða súkkluuppliving uttan at tað skal kennast sum ein kapping.

17,6 km · fyri nýbyrjarar og motionistar · súkkla í egnum tempo

Vaksin – Royn eina ella fleiri rutur

Ruta 1 – Skopun – 13,2 km

Ein styttri túr frá Sandi móti Skopun og aftur.

Ein góður møguleiki hjá teimum, sum vilja út á ein veruligan súkklutúr, men ynskja eina av teimum styttru rutunum.

13,2 km

Ruta 2 – Skarvanes – 21,1 km

Túrurin gongur frá Sandi móti Skarvanesi og aftur.

Her fært tú eitt sindur fleiri kilometrar í beinini og samstundis eina vakra súkkluuppliving í Sandoynni.

21,1 km

Ruta 3 – Skálavík – 24,1 km

Ein longri ruta frá Sandi móti Skálavík og aftur.

Ein góð avbjóðing hjá teimum, sum eru von við at súkkla og vilja brúka ein góðan part av degnum á súkkluni.

24,1 km

Ruta 4 – Dalur – 32,3 km

Størsta avbjóðingin á degnum.

Túrurin gongur frá Sandi móti Dali og aftur og gevur tær møguleika at fáa bæði kilometrar, brekkur og nógvar av teimum vøkru upplivingunum, sum Sandoy hevur at bjóða.

32,3 km · longsta rutan

🗺️ Rutuyvirlit

Á kortinum sært tú allar ruturnar, so tú lættliga kanst samanbera tær og velja ta, sum hóskar best til tín.

🩷 Barnaruta – 5,5 km
🟣 Byrjanarruta – 17,6 km
🔵 Ruta 1: Skopun – 13,2 km
🟠 Ruta 2: Skarvanes – 21,1 km
🟢 Ruta 3: Skálavík – 24,1 km
🔴 Ruta 4: Dalur – 32,3 km

Set rutu 1-4 saman sum tær lystir – koyrir tú tildømis allar 4 ruturnar er samlaða longd 90,7 km.

👨‍👩‍👧‍👦 Øll kunnu vera við

Tú nýtist hvørki at hava kappingarsúkklu, vera limur í einum súkklufelag ella vera ein royndur súkklari.

Tiltakið er fyri:

børn og familjur, sum vilja koma og royna seg; nýbyrjarar, sum kanska ikki hava súkklað so nógv áður; motionistar, sum vilja ein góðan túr; og royndar súkklarar, sum vilja taka eina av longru avbjóðingunum.

Tú velur sjálv/ur rutuna og súkklar í tínum egna tempo.

Hetta er ikki ein kapping

Eingin skal vinna, og tú skalt ikki fylgja ferðini hjá øðrum.

Málið er einfalt: at fáa eina góða uppliving á súkkluni.

📍 Startur og mál á Sandi

Miðdepilin fyri tiltakið verður við Meginskúlan á Sandi, har vit hava atgongd til høllina og skapa ein hugnaligan karm um dagin fyri alla familjuna.

Í og rundan um skúlan verður ymiskt virksemi, millum annað hoppiborg, kreaborð og súkklubani til tey minstu, og skótar koma eisini at skipa fyri ymiskum virksemi uttanfyri.

Tað verður tí nógv annað at gera enn bara at súkkla. Meðan summi fara út á eina av rutunum runt á Sandoynni, kunnu onnur vera eftir við skúlan og hugna sær.

Endamálið er at skapa ein góðan familjudag, har børn og vaksin kunnu vera saman, røra seg, spæla og – um hugurin er til tað – fara ein súkklutúr runt á oynni.

🪖 Minst til

Kom á einari súkklu, sum er í góðum standi, og hav súkkluhjálm við.

Tá koyrt verður í opnari ferðslu, er tað serliga týdningarmikið, at tú sæst væl. Hav tí ljós á súkkluni og gjarna klæðir ella útgerð, sum ger teg sjónligan í ferðsluni.

Vel eina rutu, sum hóskar til tínar førleikar og dagsformin. Serliga á teimum longru rutunum er gott at hava vatn og tað, tú annars hevur brúk fyri á einum súkklutúri, við tær.

Nærri praktisk kunning um dagin og ruturnar verður givin undan tiltakinum.

Størri felagsskapur ❤️

Vit vilja skapa ein dag, har súkkling snýr seg um meira enn kilometrar.

Um børn, sum royna seg á súkklu.
Um familjur, sum gera okkurt saman.
Um motionistar, sum seta sær eina avbjóðing.
Og um at uppliva Sandoy á ein øðrvísi hátt.

 

Kom við – vel tína rutu og súkkla Sandoy saman við okkum. 🚲

Sandoy saman á súkklu

26. september 2026 · Meginskúlin á Sandi

Ikki ein kapping – vel tína rutu.