FM MTB 2026 XCO Miðteinur

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í miðteini (XCO) verður sunnudagin 13. septembur í Hoydølum í Havn.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Freistin at melda til er mikukvøldið 9. septembur. Luttakarlisti sæst her.

Skrá

  • 11.00 Innskriving
  • 11.50 Súkklarar klárir við startin
  • 12.00 Startur U17, U19, U23, M40, M50, M60, Opin bólkur
  • 14.00 Kappingin liðug

Stevnuøki

Vit hava ikki møguleika fyri skiftirúmi á stevnuøkinum innandura, men har er eitt hálvtak við fimleikahøllina, har til ber at skifta og goyma klæðir. Einki vesi er beint við.

Lýsing av kapping

XCO er fjallasúkkling á olympiskum teini, har kappast verður í uml. 90 min á einari breyt sum er uml. 3,5-6 km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Eitt ávíst tal av umførum skal súkklast.

Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.

Lýsing av rutu

Startur og mál er í við gamla studentaskúlan í Hoydølum. Súkklað verður á einum 3,5 km longum teini við 110 hæddarmetrum , ið snýr seg gjøgnum gøturnar í Hoydølum. Súkklað verður niðan eftir Sanatoriivegnum stutt inn á Hoyvíksvegin, áðrenn vent verður inn í viðarlundina oman móti Sanatoriivegnum at venda enn einaferð niðan til Hoyvíksvegin. Tá er kanska torførasta avbjóðingin, har til ber at fara gjøgnum tvinnu trappurnar ella at taka longri tein eftir gøtunum allan vegin oman til tónleikahølini enn einaferð heilt niðri við Sanatoriivegin. Síðani verður súkklað aftur um studentaskúlan beint í brattastu brekkuna á teininum niðan á Garðaveg sum ikki endar fyrr enn ein fyri triðju ferð er heilt uppi við Hoyvíksvegin. Nú verður súkklað eftir Hoyvíksvegnum yvr til gøtuna sum fer oman í Hoyvíksgarð og vent verður inn á Gamlaveg niðan framvið Garðaveg og beint oman eftir gøtuni og trappurnar til Boðanesgøtuna, yvirum brúnna og omaneftir slangubreytini til Boðanes. Tá restar bara at súkkla brekkuna niðan til stutendaskúlan aftur. Á tí teininum krússar gøtan har súkklar koma oman eftir, og har standa vaktir og halda skil á, at øll koma trygg framvið.

Kappingarbólkar

Bólkur Árgangir Kappingartíð Umfør
U17 2010-2011 60 4
U19 2008-2009 60 5
U23 2004-2007 90 7
Opin bólkur kvinnur 1987-2003 90 7
Opin bólkur menn 1987-2003 90 8
M40 1977-1986 75 7
M50 1967-1976 60 5
M60 1957-1966 60 4