FM MTB 2022 Langteinur
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í langteini (XCM) verður leygardagin 3. septembur í Havn.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 28. august. Luttakarilisti sæst her.
Skrá
- 09.00 Innskriving
- 10.00 Startur allir bólkar
- 15.00 Síðstu súkklarar á mál
- 15.15 Heiðursmerkjahandan
Stevnuøki
Kunning kemmur um stevnuøki. Har verður møguleiki er at seta bil og at skifta klæðir. Eisini verður vesi. Drekka og ábit verður at fáa.
Lýsing av kapping
XCM er langteinur og stendur fyri cross country marathon. Kappast verður á einari rutu har fleiri umførð verða súkklað. Kappingin er skipað við einari markatíð, sum merkir, at málið letur aftur fyri at fleiri fara út á nýtt umfar, tá ið tann tíðin er farin. Hetta er fyri at øll verða liðug nøkulunda samstundis.
Kappingin er skipað eftir SST reglum og bólkum og niðanfyri síggjast kappingarbólkar og teinar fyri allar bólkar.
Lýsing av rutu
Kappingarrutan er 15,5km long við 270hm fyri hvørt umfar. Tvær longri klintringar eru, har teir flestu av hæddarmetrunum koma. Tær eru avbjóðandi og fara at gera mun á hvør orkar at traðka og ikki. Fyri tað mest eru tær ikki tekniskt avbjóðandi, men eina staðni skalt tú gjøgnum eina á og onkustaðni er bratt og krevur eyka orku og førleika. Tvær ferðir verða styttri strekkið súkklað í lendinum. Tey eru ikki long, men tey fara at geva teimum við tekniskum førleika eitt sindur av fyrimuni. Serliga ein longri undanbrekka er, sum eisini var við í styttru XCO kappingini, og har kunnu tey við tekniskum førleika aftur vinna sær nakað av tíð. Fyri rest, so er tað gott og gamalt traðk á asfalti og grúsgøtum, har tíðin verður avgjørd av, hvussu væl tú orkar. Vinnarin av marathon kappingini er ein súkklari sum bæði orkar og dugir væl at fjallasúkkla.
Kappingarbólkar
Bólkur | Árgangir | Vinnaratíð | Umfør | Markatíð á umfari “n” |
---|---|---|---|---|
U23 | 2000-2003 | 03:40:00 | 4 | 03:00:00 á 3 |
Opin bólkur kvinnur | 1983-1999 | 03:00:00 | 3 | 02:20:00 á 2 |
Opin bólkur menn | 1983-1999 | 04:00:00 | 5 | 03:40:00 á 4 |
M40 | 1973-1982 | 03:40:00 | 4 | 03:00:00 á 3 |
M50 | 1963-1972 | 02:45:00 | 3 | 02:00:00 á 2 |
M60 | 1953-1962 | 03:00:00 | 3 | 02:20:00 á 2 |
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 3. september 2022
- Innskriving: kl. 09:00
- Byrjan: kl. 10:00
Bólkar
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60