FM TRI 2022 Sprint
Kappingin um FM heitið í triathlon á sprintteini verður í Havn sunnudagin 4. septembur.
Lýsing av kapping
Kappast verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Eisini kappast aldursbólkarnir U23, M40, M50 og M60 um aldursbólka FM. Øll kappast sama tein á 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.
Skrá
10.30 Kunningarfundur
10.45 Innskriving
11.00 Upphiting
12.00 Startur
Tilmelding
Tilmelding til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 28. august. Eingin tilmelding verður eftir at freistin er farin. Luttakaralisti sæst her.
Innskriving
Innskrivingin verður í Svimjihøllini beint uttanfyri cafeteria.
Skiftiøki
Øll skift fara fram í serskildum skiftiøki. Hvør luttakari skal hava eina balju við, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu vera í.
- Áðrenn farið verður at svimja, verður baljan stillað í skiftiøkið, ið er inni í sjálvari svimjihøllini beint við hurðina við rutsjebanan.
- Tá liðugt er at svimja, rennur hvør luttakari niðan til sína balju, letur seg í til súkklingina, og leggur brillur og annað frá svimjingini í baljuna.
- Baljan verður síðani koyrd av fyrireikarunum oman til skiftiøkið við Skógrøkt Landsins.
- Tá liðugt er at súkkla, verða súkkluskógvar og hjálmur lagdir í baljuna, og skift verður í renniskógvarnar.
- Tað er ikki loyvt at fara á súkkluna áðrenn skiftimarkið á veg út úr skiftiøkinum. Á veg inn í skiftiøkið skal íðkarin av súkkluni áðrenn linjuna við skiftimarkið.
Tað er týdningarmikið, at reglurnar fyri skiftiøki verða hildnar. Dómari verður á staðnum, og um neyðugt, verður tíðarstraffur givin fyri brot. Hetta verður lýst nærri í startkunningini.
Svimjing
Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Svomið verður aftur og fram á banunum. Rutan byrjar á bana 5 og endar á bana 1. Hvør runda er 250 m, og verður hetta svomið 3 ferðir.
Startlistin verður kunngjørdur á degnum. Luttakarar starta við 10 sek. millum hvønn.
Súkkling
Súkklað verður millum rundkoyringarnar 2 ferðir: Svimjihøllin-Skansin-Føroya Tele. Teinurin er tilsamans 18 km og 200 hm.
Súkklað verður úr Svimjihøllini, fram við Strond yvir til rundkoyringina við Skansan, runt um rundkoyringina og aftur fram við Strond, til høgru við Hvítanesvegin og niðan til rundkoyringina beint undir Klingruni (við Føroya Tele), og síðani oman aftur til rundkoyringina við Svimjihøllina. Hendan rutan verður súkklað 2 ferðir, tó so at seinnu ferðina verður ikki koyrt oman aftur til Svimjihøllina, men steðgað verður við Skógrøkt Landsins.
Góðkendur súkkluhjálmur (CE Merktur) er eitt krav fyri at luttakað. Hjálmur skal verða á høvdinum og spentur fastur áðrenn súkkluna verður tikin av stativinum. Vanligar ferðslureglar eru galdandi. Tí verður tað rátt til at vísa stórt skynskemi, hóast tað er kapping.
Renning
Runnið verðir á gøtunum hjá Skógrøkt Landsins. 5 ferðir á rundleið. Skeltir verða sett upp, sum vísa hvønn veg skal rennast, eins og fólk verður á staðnum at guida tykkum. Teinurin er tilsamans 4,7 km og 90 hm.
Lýsing
- Grein: tri
- Stað: Tórshavn
- Dato: 4. september 2022
- Innskriving: kl. 10:30
- Byrjan: kl. 12:00
Bólkar
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60