**AVLÝST** Føroyaleikir 2022 – 105 km súkkluavbjóðingin

**AVLÝST**

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir at geva øllum føroyskum súkklarum møguleikan at bjóða sær sjálvum av á einum longum og krevjandi teini, tá ið súkklað verður úr Runavík til Havnar um bæði Eiðisskarð og Oyggjarvegin á Føroyaleikum 2. juli.

Eitt tiltak fyri øll

Hetta er fyrst og fremst eitt súkklutiltak fyri øll, ið verður skipað soleiðis, at bestu karmar eru fyri øll at súkkla ein góðan tein og koma væl á mál. Tvær ferðir á teininum eru skáar, har til ber at stegða sær á og súkklarar við góðum royndum fara at súkkla við ásettari ferð og hjálpa teimum sum ynskja at súkkla í sama lag. Tað er frítt at velja at fylgjast í bólkum ella at súkkla einsæris sum ein hevur hug. Eingin skal halda sær aftur við at luttaka, tí hetta er ein avbjóðing fyri øll.

Tey, ið hava hug at skunda sær, kunnu kappast um Føroyaleika heiðursmerki, men øll verða heiðrað við einum luttøkuheiðursmerki fyri at megna avbjóðingina og leggja teinin afturum seg.

Tilmelding

Tilmeldingin til 105 km Súkkluavbjóðingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 150 kr. umframt 200 kr. til Føroyaleikir (sí foroyaleikir.fo.). Luttakaralisti sæst við at klikkja her.

Skrá

Byrjað verður kl. 12.00 í Runavík við Løkshøll. Súkklarar eiga at møta í góðari tíð ein tíma áðrenn.

11.00 Innskriving
11.45 Startkunning
12.00 Startur
15.15 Fyrstu kappsúkklarar á mál
16.00 Fylgisbólkur á mál (4 tímar)
17.00 Fylgisbólkur á mál (5 tímar)
18.00 Fylgisbólkur á mál (6 tímar)

Stevnuøki

Starturin verður við Bylgjuna í Runavík, har møguleiki er at skifta klæðir og seta bil nærindis. Ein bilur verður í Runavík, har møguleiki er at leggja eina tasku við skiftiklæðum í, sum verða koyrd til Havnar. Máløkið verður við Oy Brewing á Hálsi í Havn. Møguleiki verður at skifta nærindis málinum.

Flutningur

Bussur fer frá Badmintonhøllini í Havn kl. 10.30 og verður í Runavík kl. 11.00. Súkklur kunnu verða í bussinum ella í fylgisbili, sum verður við. Møtið stundisliga kl. 10.00, so tíð er at pakka bussin. Møguleiki verður at leggja tasku og klæðir í fylgisbil, sum koyrir til Havnar úr Runavík. Kostnaðurin fyri bussin er 50 kr og kann keypast afturat tilmeldingini.

Skáar

Báðir skáarnir, eru støðgir, har til ber at fáa sær ein orkubita og vætu. Nógv orka skal til at súkkla ein langan túr og gott er nýta møguleikan at fylla upp aftur. Har verður frukt og orkubitar og bæði vatn og saft at fáa. Fyrri skáin er á Eiðisskarði og seinni skáin er í Kollfjarðadali við Effo.

Við allar skáar eru eisini fólk, ið kunnu hjálpa við einhvørjum breki á súkkluni, um tørvur er fyri tí. Súkklarar eiga tó sjálvir at hava slangu, pumpu og onnur tól við at klára seg við um eitthvørt brek hendir burturfrá skáunum. Er neyðugt við hjálp burturfrá skáunum eru hjálparar klárir og ringjast kann til tlf. 216420.

Teinurin

Byrjað verður við Bylgjuna í Runavík har øll fylgjast niðan á Rituvíkarháls og runt Agnið. Tá ið komið er til rundkoyringina á Saltangará verður kappingin lýst leys og bólkarnir súkkla víðari í hvør sínum lag. Súkklað verður gjøgnum Skálafjørðin á eystaru síðu inn á Skálabotn og víðari til Funningsfjørð og Funning, hiðani mótbrekkan byrjar niðan á Eiðisskarð. Komin niðan á Eiðisskarð er fyrsti skái, har til ber at steðga. Síðani gongur leiðin oman til Eiðis og allan vegin suður gjøgnum Sundalagi til Kollafjarðar. Í Kollfjarðadali er seinni skáin, áðrenn onnur mótbrekka um Oyggjarvegin byrjar. At enda gongur túrurin inn í Havnina, har súkklað verður av Oyggjarvegnum oman eftir Ringvegnum gjøgnum rundkoyringina við R.C. Effersøes og víðari inntil Hoyvíksvegin. Her verður vent niðan, og komin niðan um brekkuna, fara súkklararnir til høgru inn á Staraveg og síðani eina síðstu ferð til vinstru áðrenn seinasta strekkið eftir Falkavegi á mál við Oy Brewing at heiðra og fegnast um at fleiri enn 100 km og 1900 hm eru farnir afturum og ein risa avbjóðing er megnað.

Teinurin sæst á kortinum niðanfyri.