FM MTB 2020 XCM
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í marathon (XCM) verður leygardagin 31. oktobur kl 12.00 í Havn. Byrjan og mál er við Tølthøllina í Havnadali.
Gevið gætur, at kappingin vegna veður er flutt til leygardagin 7. novembur 2020 við somu skrá fyri dagin.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á www.webscorer.com/sstfo. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er mikukvøldið 4. novembur 2020.
Skrá
- 11.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast mikukvøldið 4. novembur
- 11.00 Upphiting á rutuni
- 11.50 Uppkalling til start
- 12.00 Startur
Lýsing av kapping
XCM er langteinur og stendur fyri cross country marathon. Kappast verður á einari rutu har fleiri umførð verða súkklað. Vit skipa kappingina við einari cut-off tíð, sum merkir, at málið lukkar fyri at fleiri fara út á nýtt umfar, tá ið tann tíðin er farin. Hetta er fyri at øll verða liðug nøkulunda samstundis.
Kappingin er skipað eftir UCI/DCU reglum og bólkum og niðanfyri síggjast kappingarbólkar og teinar fyri allar bólkar. Øll kunnu luttaka í opna bólkinum umframt tí bólkinum tey vegna aldur eru bólkað í. Vinnarin í opna bólkinum er tann sum er fyrst liðugur við lýsta teinin í opnum bólki.
Aldursbólkar verða avgjørdir eftir tí støðu sum er eftir fyriskrivað longd fyri bólkin, hóast ein súkklari súkklar longri fyri at luttaka í opnum bólki. Tað vil siga, at fyri U17 og U19 er tað støðan eftir 1 umfar, fyri kvinnur, U23, M40 og M50 er tað støðan eftir 3 umfør og fyri M60 er tað støðan eftir 2 umfør sum avgerð bólkarnar hóast at úrslitið kanska er øðvrísi um hesi síðani súkkla longri.
Bólkur | Umfør | Longd | Hædd | Cut-off tíð |
---|---|---|---|---|
U17, U19 | 1 | 15,5 km | 270 m | Eingin |
Opin bólkur menn | 4 | 62 km | 1080 m | Lap 3: 2t40min |
Opin bólkur kvinnur | 3 | 46,5 km | 810 m | Lap 2: 2t10min |
U23, M4, M50 | 3 | 46,5 km | 810 m | Lap 2: 2t10min |
M60 | 2 | 31 km | 270 m | Eingin |
Lýsing av rutu
Kappingarrutan er 15,5km long við 270hm fyri hvørt umfar. Tvær longri klintringar eru, har teir flestu av hæddarmetrunum koma. Tær eru avbjóðandi og fara at gera mun á hvør orkar at traðka og ikki. Fyri tað mest eru tær ikki tekniskt avbjóðandi, men eina staðni skalt tú gjøgnum eina á og onkustaðni er bratt og krevur eyka orku og førleika. Tvær ferðir verða styttri strekkið súkklað í lendinum. Tey eru ikki long, men tey fara at geva teimum við tekniskum førleika eitt sindur av fyrimuni. Serliga ein longri undanbrekka er, sum eisini var við í styttru XCO kappingini, og har kunnu tey við tekniskum førleika aftur vinna sær nakað av tíð. Fyri rest, so er tað gott og gamalt traðk á asfalti og grúsgøtum, har tíðin verður avgjørd av, hvussu væl tú orkar. Vinnarin av marathon kappingini er ein súkklari sum bæði orkar og dugir væl at fjallasúkkla.