Nýggjársfleirkappingin 2020

Afturvendandi og hugnaliga nýggjársfleirkappingin hjá Føroya Triathlon Felag verður 31. desembur 2020 sum undanfarin ár. Hetta er ein deiligur máti at heilsa farna árinum farvæl og eitt gott avsett inn í nýggja árið.

Sjálvsagt skipa vit tiltakið við virðing fyri corona tilmælunum og tí er tilmelding millum annað strangliga neyðug og luttakarar skulu melda til seinast sunnudagin 27. desembur. Vit fara at hava ein corona tryggan drekkamunn at bjóða luttakarum aftaná kappingina, men noyðast at biðja luttakarar koma einsamallar uttan fylgi. Vónandi er heimurin broyttur aftur næsta ár og nógvu áskoðarar og gestir vælkomnir við aftur.

Skrá

Kappingin byrjar kl. 10.00 og kappast verður í uml. 60-90 min.

  • 09.00 Skráseting
  • 09.00 Upphiting á rutuni
  • 09.50 Uppkalling til start
  • 10.00 Startur

Lýsing av kapping

Nýggjársfleirkappingin er ein stuttlig afturvendandi kapping, har luttakarar hava møguleika at velja, hvørt tey vilja taka eina avbjóðing í renning ella súkkling, ella enntá í báðum greinum í somu kapping.

Runnið og súkklað verður á somu rutu, men í hvør sín rætning eftir grúsgøtunum runt um Fjallið í Flatnahaga. Byrjað verður við Tølthøllina, har rennarar fara við sólini runt og súkklarar fara móti sólini runt. Tey ið bæði renna og súkkla, byrja við at renna, skifta síðani til súkkluna, og enda so við at renna ein síðsta endabrest ein styttri tein.

Tað verður valt við tilmeldingini, hvørjum av hesum avbjóðingum, tú ynskir at luttaka í.

Lýsing av rutum

Rutan, ið verður súkklað og runnin runt Fjallið er 4,1 km long við 100 m í hædd. Seinasti renniteinurin í duathlon kappingini er 1,1 km við 65 m í hædd. Undantikið fáir metrar framvið Tølthøllini er alt á grúsgøtum.

Teinarnir eru hesir:

Grein Umfør Teinur Hædd
Renning 2 8,2 km 200 hm
Súkkling 6 25,2 km 600 hm
Duathlon 1/3/1 4,1 km/12,3 km/1,1 km 100 hm/300 hm/65 hm

Niðanfyri síggjast ruturnar lýstar á korti, har tað ber til at zooma nærri og kanna rutuna. Eisini eru leinkjur til Strava segment av rutunum niðanfyri.