FM MTB 2020 XCC

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í kriterium (XCC) verður sunnudagin 25. oktobur kl 13.00 í Havn.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á www.webscorer.com/sstfo. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er sunnukvøldið 18. oktobur.

Skrá

Kappingin byrjar kl. 13.00 og súkklað verður í 30-45 min.
  • 12.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast sunnukvøldið 18. oktobur
  • 12.00 Upphiting á rutuni
  • 12.50 Uppkalling til start
  • 13.00 Startur

Lýsing av kapping

XCC stendur fyri kross country criterium og kappast verður á einari stuttari rutu í 30 min og umfarið liðugt. Tað vil siga, at tá ið 30min eru farnir, verður ikki farið út á nýtt umfar aftur.

Kappingin er skipað eftir UCI/DCU reglum og bólkum. Allir bólkar súkkla í 30 min. Menn og Kvinnur er opin bólkur, og øll ið súkkla tann teinin luttaka í opna bólkinum umframt tí bólkinum tey vegna aldur eru bólkað í. Úrslit í aldursbólkum verða avgjørd eftir tí støðu sum er eftir fyriskrivaða longd fyri bólkin, hóast ein súkklari súkklar longri fyri at luttaka í opnum bólki.

Lýsing av rutu

Kappingin verður hildin í økinum kring Eirargarð og mál og startur verður við dampvaskaríið. Rutan er 1 km long við 30hm og hevur blandað undirlag við asfalti, grúsi, onkrari trappu og einhvørjum góðum. Rutan er ikki torfør, men hon lønar einum góðum tekniskum súkklara. Tað slepst tó ikki undan, at har skal traðkast nóg og hart, um ein ætlar at skunda sær runt.

Niðanfyri er leinkja til rutuna sum Strava segment og sum ruta á Google maps.