FM MTB 2020 XCO
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í olympiskum teini (XCO) verður leygardagin 24. oktobur kl 13.00 í Havn. Fjallasúkklufelagið skipar kappingina.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á www.webscorer.com/sstfo. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er sunnukvøldið 18. oktobur.
Skrá
- 12.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast sunnukvøldið 18. oktobur
- 12.00 Upphiting á rutuni
- 12.50 Uppkalling til start
- 13.00 Startur
Lýsing av kapping
XCO stendur fyri cross country olympic og er teinurin sum verður súkklaður í olympisku kappingini. Kappast verður í 90 min á einari breyt sum er uml. 5km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Hetta er tann greinin, sum tey flestu meta mest týdningarmiklu XC kappingargreinina í fjallasúkkling.
Kappingin er skipað eftir UCI/DCU reglum og bólkum og niðanfyri síggjast kappingarbólkar og teinar fyri allar bólkar. Elita er opin bólkur, og øll ið súkkla tann teinin luttaka í opna bólkinum umframt tí bólkinum tey vegna aldur eru bólkað í. Úrslit í aldursbólkum verða avgjørd eftir tí støðu sum er eftir fyriskrivaða longd fyri bólkin, hóast ein súkklari súkklar longri fyri at luttaka í opnum bólki.
Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.
Lýsing av rutu
Startur og mál er við Hotel Føroyar. Rutan er 4,6 km long við 160 hm og er ein góð blanding av súkkling í lendi, á grúsgøtu og á stutta teininum av fjallasúkklugøtini sum er bygd í økinum. Rutan sæst á korti niðast, og trýstir tú á kortið, verður tú tikin til Google Maps har tú kanst granska rutuna. Eisini er ein leinkja til Strava segment fyri rutuna.