FM VEG 2026 Tíðarsúkkling
FM Tíðarsúkkling
FM tíðarsúkkling verður í ár avgreitt í Klaksvík á sum rutu sum verður brúkt á oyggjaleikum komandi ár.
- Dato og stað: Býðráðshúsið í Klaksvík kl. 09:00
Loyvt er at koyra á einkultstartsúkklu, men tað er ikki loyvt at drafta, víst verður annars til frágreiðing í Kappingarhondbók
Praktiskir upplýsingar
Parkering, WC og skifting:
Víst verður til parkeringsplássini runt á økinum, og annars til tey kommunalu parkeringsøkini.
Víst verður til almenn WC´ir (Effo og Magn eru tættast við).
Um luttakarar ynskja at skifta og brúsa sær, so verður víst til Klaksvíkar svimjuhøll.
Tíðarætlan
Innskrivingin opnar kl 08:00 og steingir kl 08:30 sunnumorgun, hetta verður avgreitt uttanfyri Býðráðshúsið í Klaksvík, ella eftir nærri kunning.
Racebriefing:
Racebriefing verður sunnumorgun kl 08:30 við startin.
Her verður greitt frá rutuni, galdandi reglum, trygdini, dropzones o.a viðkomandi.
Tað eru 10 min settir av til racebrifeing, har av 5 min eru settir av til spurningar.
Uppróping:
Uppróping verður klokkan 08:50 við startin.
Start:
Sunnumorgun kl 09:00. Start/Mál er uttan fyri býráðshúsið.
Rutufrágreiðing
- Teinurin: Sí GPX-fílu/STRAVA.
- Dropzone: Við start/mál
Yvirlit yvir bólkar og prísir
Nýt eina talvu fyri at skapa yvirlit yvir ymisku bólkarnar:
- Bólkar: Víst verður til vanligar galdandi bólkar hjá SST
- Prísur: 110 kr.
- Tilmeldingarfreist: Sunnukvøldið 30. august hækkar prísurin til 210 kr, Fíggjakvøldið 4. septembur lukkar tilmeldingin
Vinningar og handanir
Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki.
Samskiftisupplýsingar
Um tað eru spurningar til kappingina er møguligt at venda sær til Jóan Petur Joensen á telefon +298 226026 ella nordstrok@gmail.com.
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Klaksvík
- Dato: 6. september 2026
- Innskriving: kl. 08:00
- Byrjan: kl. 09:00
Bólkar
- U15
- U17
- U19
- U23
- Opin bólkur menn
- Opin bólkur kvinnur
- M40
- M50
- M60
