FM VEG 2026 Langteinur

FM í landavegskoyring á Skálafjørðinum og runt Agnið og gjøgnum Eysturoyartunnilin 2026
Dato og stað: 05. sept. kl.10:00 – møta á parkeringsplássinum omanfyri Mest og EL-Service á Skála.

Innskriving og kunning: Verður kl. 09:15 og av tí at tíðtakingarskipan verður partur av kappingini skulu luttakandi møta til tíðina.

Kappingin verður skipað eftir teimum leistum, sum SST vanligvís ger, t.v.s. uppdeilt eftir kyni og í aldursbólkum. Øll fara avstað í senn.

– Kl. 10:00 – Kvinnur, menn og ung.

Praktiskar upplýsingar:
– Víst verður til hølir og vesi, ið eru upp at parkeringsplássinum. Vit vera í kjallaranum í Meinigheitshúsinum, beint sunnanfyri parkeringsøkið.
– Eftir kappingina eru fólk vælkomin at støðga á til eitt prát og ein heitan drekkamunn.

Tilmeldingarfreist:
– Prísur 110 kr.
– Síðsta freist at tilmelda seg áðrenn prísurin ferð uppá 210 kr.  29.August kl.23.59 .
Tilmeldingarlisti

Teinurin:
Teinurin hjá monnum er um 112 km, 2 x runt skálafjørðin og 3 x runt inn á Skála
Teinurin hjá kvinnum, motiónistum og ungum er um 65 km, 1 x runt skálafjørðin og 3 x runt inn á Skála

Lendi: Tað er talan um landavegsúkkling, og tí verður tað varierað ferð og varierandi undirlendi Til tíðir eisini tekniskt krevjandi við svingum. Tað verður partvís stongt av, meðan kappast verður, og koma tað at standa vaktir nógva staðni á rutuni. Trygdin er hevur størsta fokus og vit gera alt hvat vit kunna at skapa eina trygga kapping, men súkklarin skal eisini altíð ansa sær sjálvum og sínum kappingarneytum.

Dropzone: Er við start/mál og onkur økir vera avmerkt á rutuni, kunning um tað kemur á degnum. Annars verður víst til almen rusk íløt.

Bólkar: Víst verður til vanligar galdandi bólkar hjá SST.

Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki.

Um tað eru spurningar til kappingina er møguligt at venda sær til:
SST á sst@sst.fo
Troy á Facebook síðuni
Magna Højgaard á magnihojgaard@gmail.com
Kristmund Johannessen á kristmund@olivant.fo