Í vetur fara súkklufeløgini í felag at skipa fyri einari røð av fjallasúkklutiltøkum og rópa tað Vetrarplúmm. Tað eru tilsamans 8 smákappingar, har møguleiki er at hittast, súkkla og hugna sær saman. Í felag fyri øll tiltøkini er, at tað er á teinum inni í bygdum og býum vart móti veðri og ferðslu, so væl sum til ber.
Hvønn er tað fyri?
Vetrarplúmm er fyri vaksin, ung og børn, gentur, dreingir, menn og kvinnur og øllum har í millum.
- Børn 10-14 ár
- Ung 15-18 ár
- Vaksin 19 ár og eldri
Hvussu avbjóðandi er tað?
Teinarnir eru soleiðis, at teir ikki eru ov avbjóðandi, men at tey flestu uttan víðari hóvasták megna at súkkla alt. Ein skal sjálvandi verða tryggur á fjallasúkklu og duga at súkkla. Eru tekniskar avbjóðingar á teininum, verða tær merktar við serligum skelti, og tá er altíð ein møguleiki antin at fara ein lættari veg uttanum ella at ganga gjøgnum tær stuttu avbjóðingarnar. Børn súkkla styttri teinar enn ung og vaksin, og hjá børnum verða ymiskar tekniskar avbjóðingar lagdar afturat. Hesar avbjóðingar kunnu børn so royna seg við, meðan tey vaksnu súkkla.
Er tað ein kappingarrøð?
Hjá vaksnum og ungum telja vit saman fyri allar deildirnar, soleiðis at ein fær stig fyri tær deildirnar ein luttekur í. Tá talt verður saman verður ikki tikið hædd fyri, hvussu nógvum umførum ein hevur luttikið í. Hjá børnum telja vit ikki saman. Vit vilja gjarna eggja børnum til at luttaka fyri stuttleikar, tá tað er har tey búgva. Vit halda ikki, at tað er neyðugt hjá børnum at ferðast langa leið fyri at súkkla, tá tiltakið er langt heimanífrá. Tá kunnu tey sova leingi og plúmma saman við øðrum børnum, har tey búgva í staðin.
Skal ein melda til?
Tað er ikki neyðugt at melda til, bara at møta upp ein ein tíma áðrenn byrjan og tekna seg á degnum. Tað kostar 20 kr fyri børn og 50 kr fyri vaksin at luttaka og peningurin fer til at reka og menna tiltakið. Tilmeldingin letur aftur ein hálvan tíma áðrenn tiltakið byrjar og vit vilja staðiliga heita á fólk at vísa virðing og møta stundisliga og ikki bíða til síðstu løtu, tí tað darvar fyrireikingini á degnum.
Nær og hvar plúmma vit?
Tey 8 plúmmini verða skipað frá fyrst í novembur og fram til í apríl og síggjast í kalendaranum á heimasíðu sambandsins. Har verða eisini teinar og frágreiðingar um einstøku deildirnar at síggja. Niðanfyri síggjast dagarnir. Sum altíð má hædd takast fyri veðri og luttakarar mugu fylgja við í kappingarlýsingunum um nakað broytist. Er neyðugt at flyta, kunna vit um hetta á heimasíðu okkara.
- 06-11-2022 VP1 í Havn
- 27-11-2022 VP2 í Havn
- 18-12-2022 VP3 í Klaksvík
- 15-01-2023 VP4 í Havn
- 05-02-2023 VP5 Eysturoy
- 26-02-2023 VP6 Havn
- 12-03-2023 VP7 Eysturoy
- 02-04-2023 VP8 Havn
Kom og plúmma!