Vetrarplúmm VP2

Útsett til sunnudagin 4. desembur

Sunnudagin 27. novembur  -> 4. desembur verður súkklað við Skúlan á Fløtum og Glasir í Havn. Møtt verður kl. 11.00 við Glasir. Teinurin sæst á korti niðast á síðuni.

Kl. 11.00 Innskriving byrjar og rutan er klár at royna
Kl. 11.30 Innskriving steðgar
Kl. 12.00 Vaksin súkkla
Kl. 13.15 Ung súkkla

Vaksin súkkla í 9 umfør. Tó so, at tá ið 55 min. eru farnir, verður ikki farið á nýtt umfar.  Hetta er fyri at øll steðga í senn á uml. 60 min. Teinurin er 1,9 km langur og hevur áleið 90 hm hvørt umfar. Teinurin er lættur tekniskt og einastaðni er møguleiki at fara gjøgnum einar trappur ella at súkkla uttanum. Á kortinum sæst teinurin sum reyð strika.

Ung 15-18 ár súkkla sama tein sum vaksin í 6 umfør. Tó so, at tá ið 35 min eru farnir, verður ikki farið á nýtt umfar.  Hetta er fyri at øll steðga í senn á uml. 40 min.

Børn 10-14 ár súkkla í 20 min. á einum styttri teini á 900 m.

Tilmeldingin er á degnum í seinasta lagi 30 min áðrenn byrjan. Løttøkugjaldið er 20 kr fyri ung og 50 kr fyri vaksin.

Tað er ikki vist, at tað verður gjørligt at sleppa inn at skifta ella á wc. Drekkamunnur er aftaná tiltakið.

Um Vetrarplúmm

Vetrarplúmm er ein kappingarrøð á 8 umfør fyri vaksin, ung og børn. Hjá børnum verður ikki talt saman fyri kappingarrøðina. Hjá vaksnum og ungum verða stig givin fyri hvørt plúmm ein luttekur. Skjótasti plúmmari hjá fær 10 stig, næst skjótasti fær 9 stig og so framvegis. Frá 10. plássi fáa luttakrar fáa 1 stig. Ein plúmmkongur/prinsur og drotning/prinsessa verða kosin seinasta umfar.  Samlað yvirlit sæst á webscorer.

  • 06-11-2022 VP1 í Havn
  • 27-11-2022 VP2 í Havn
  • 18-12-2022 VP3 í Klaksvík
  • 15-01-2023 VP4 í Havn
  • 05-02-2023 VP5 Eysturoy
  • 26-02-2023 VP6 Havn
  • 12-03-2023 VP7 Eysturoy
  • 02-04-2023 VP8 Havn

Bólkar

Børn og ung verða skipað í bólkar eftir hvussu tað passar best á degnum. Vaksin súkkla øll í opnum bólki.

  • Børn 10-14 ár súkkla í 20 min.
  • Ung 15-18 ár súkkla í 40 min.
  • Vaksin 19 ár og eldri súkkla í 60 min.