Í góðveðrinum sunnudagin savnaðust fjallasúkklarar í Hoydølum at plúmma saman. Súkklað var á einum 3 km longum teinið, ið snúði seg runt í Viðarlundini og út á Boðanes. Børn súkklaðu ein styttri tein og skuldu um nakrar smávegis forðingar á leiðini.
Næsta umfar verður sunnudagin 27. novembur í Havn við Glasir. Tiltakið er lýst her: https://www.sst.fo/kalendari/vetrarplumm-2022-vp2/
Myndirnar niðanfyri hevur Uni Vitalis tikið.