Súkklukapping í hjartanum av Havnini
Býarsúkklingin er allarhelst tann mest intensa av kappingargreinunum í vegasúkklingini. Kappingartíðin er stutt, ferðin høg og ofta eru teinarnir avbjóðandi við svingum og forðingum. Kappast verður í uml. 45 min á einum rundstrekki sum er útvið 1,4 km langt, so áskoðarar hava ríkan møguleika at fylgja gongdini og síggja súkklararnar koma framvið nógvar ferðir.
FM kappingin verður í ár á einari rutu mitt í Havnini, sum hevur verið nýtt til FM kappingina tvær ferðir áður. Tó við einari lítlari broyting hesuferð, har súkklarar í staðin fyri at venda beint niðan móti Vaglinum aftur frá Bringsnagøtu, í staðin venda út móti keiini og heilt út til rundkoyringina at venda heimaftur á mál við Bursatanga. Tað er fyri at royna at fáa ein rættan sprint tein á langa beina strekkinum við Røntguna.
Les meira og melda til kappingina
Kappingin er lýst í kappingarkalendaranum, har nærri sæst um tilmelding, rutu og alt annað.