FM VEG 2021 Býarsúkkling
Kappingin í býarsúkkling er ein kapping í fullari ferð, har súkklarin bæði skal duga væl, vera sterkur og snildur og hava dirvið at bjóða sær sjálvum og øðrum av. Kappingin er fyri royndar súkklarar. Súkklað verður mitt í Tórshavn. Súkklarin merkir bæði hjartað í sær sjálvum og hjartað í býnum dunga, og áskoðarin hevur møguleika at standa mitt í rokanum og fylgja við. Rutan verður væl merkt av so trygdin er góð, men eisini verður víst á, hvar áskoðarar kunnu standa heilt nær at súkklarunum og uppliva súsið.
Stað
Start- og máløki er við Bursatanga mitt í Havnini. Møguleiki er at seta bil á p-økinum, men stutt er eisini til Skálatrøð, har fleiri p-pláss eru. Tá ið kappingin er, verður ikki loyvt bilum at koyra á økinum.
Vit leita eftir møguleika at hava eitt stað at fara inn at skifta og á vesi. Tað verður lýst.
Skrá
18.00 Innskriving
18.45 Startuppkall og kunning
19.00 Startur
19.35 Súkklarar lidnir
19.45 Heiðursmerkjahandan
Tilmelding
Tilmeldingin er á Atgongumerki.
Leinkja til tilmelding
Leinkja til luttakaralista
Kostnaðurin er 100 kr og seinasta freist at melda til er sunnudag 26. septembur.
Kappingin
Súkklað verður í 30 min umframt eitt umfar. Tað vil siga, at tá ið 30 min eru farnir og ein súkklari kemur framvið málinum, verður ringt á einari klokku og súkklarin fer á síðstu rundu. Vinnarin av kappingin er tann sum millum tey sum hava súkklað flest umfør kemur fyrst á mál.
Vanligt er, at tá ið ein verður yvirhálaður við einari rundu, steðgar ein í kappingini. Her verður tó loyvt hjá øllum at halda á, inntil kappingartíðin er farin. Tó so, at verður ein súkklari tikin við einari rundu, skal hann/hon geva pláss fyri tí, ið yvirhálar, og verða neutral í støðuni.
Kappingarbólkar
Kappast verður í opnum bólki, U23, M40, M50 og M60. Øll byrja í senn og um nógv heilt nógv melda til, verður kappingin deild í tveir startir við styttri kappingartíð.
Rutan
Súkklað verður í miðbýnum í Havn. Byrjað verður við á Kongabrúnni har súkklað verður niðan eftir Kopargøtu og Áarvegnum til Tinghúsvegin. Síðani oman eftir Sverrisgøtu í eitt skarpt sving inn á Tórsgøtu og aftur eitt skarpt sving inn í brekkuna á Mylnugøtu niðan á Vaglið. Brekkan heldur á niðan eftir Húsabrúgv til Bringsnagøtu og so oman av Reyninum til enn eitt skarpt sving út á Áarvegin. Síðani verður súkklað út eftir Kongabrúnni og Havnargøtu til rundkoyringina at venda inn móti málinum aftur. Teinurin er 1,4km langur við 40hm fyri hvørt umfar.
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Tórshavn
- Dato: 1. oktober 2021
- Byrjan: kl. 18:00
Bólkar
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60
- Motión