FM í triathlon olympiskum teini verður í Klaksvík á Norðoyastevnu

Upptaktin til FM í olympiska teininum í triathlon er væl í gongd. Við ráðgeving frá royndum fyriskiparum í ítróttinum, hava lokalar kreftir í Klaksvík hava saman við Klaksvíkar Kommunu lyft yvirleggjaran fyri, hvussu kappingar í føroyaskari súkkling og triathlon kunna skipast. Tað er lagt upp til eina triathlon veistlu á Norðoyastevnu fríggjakvøldið 4. juni, tá ið kappingin verður.

Tað er eitt megnar arbeiði, ið er lagt í fyrireikingina, og fyrireikaranir eiga stóra takk fyri hetta. Besta tøkkin er, um nógv melda seg til tiltakið og gera tað í góðari tíð. Tilmeldingin er opin og letur aftur eina lítla viku áðrenn tiltakið. Sunnukvøldið 30. mai er síðsta freist at melda til. Ætlar tú at luttaka í FM, veitst tú tað helst longu nú, og kanst gera fyriskiparunum tann beina at melda til beinavegin.

Kappast verður í bólkunum U23, Opin Bólkur, M40 og M50 hjá kvinnum og monnum. Opin bólkur er kappingin um FM heitið fyri vaksin og er fyri íðkarar føddir 1982-1998. Íkarar úr øðrum bólkum, sum kappast fulla OL teinin, kappast tó eisini við um FM heitið í opnum bólki umframt plasering í ávikavisu aldursbólkunum. FM heitið verður heiðrað við nýggju heiðursmerkjunum hjá sersambandinum og einum ferðasteypi.

Nærri kunning um kappingina sæst her: https://www.sst.fo/kalendari/fm-tri-ol-2021/

FM heiðursmerki í opnum bólki hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon