FM TRI Olympiskt 2021

FM í olympiska teininum í triathlon verður á Norðoyastevnu í Klaksvík 4. juni 2021. Kappast verður í 1500m svimjing, 40km súkkling og 10km renning. Eisini verður møguleiki at luttaka í sprint kapping sum er 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning, sum ikki er FM kapping.

Skrá

17.00 Innskriving
17.45 Startuppkall og kunning
18.00 Startur

Upphiting er kl. 17.00 til 17.30 tá ið tiltakið er lýst fyri Norðoyastevnu. Íðkarar verða bidnir at ansa hesum og at møta stundisliga.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er í seinasta lagi 30. mai 2021 á webscorer við at klikkja á knøttin við tilmelding. Kostnaðurin fyri at luttaka í FM og sprint kappinginum er 100 kr sum skal gjaldast á degnum.

Stevnuøki

Møtt verður við Brandstøðina í Klaksvík og startur, mál og skiftisona eru í økinum oman mótu bátabrúnum. Viðvíkjandi parkeringsmøguleikum verður víst til kunning um Norðoyastevnu frá Klaksvíkar Kommunu.

Arbeitt verður við møguleikum fyri umklæðing og wc møguleikum og hetta verður lýst í næstum.

Rutulýsing

Svimjingin verður á Vágini við bátabrúgvarnar, har svomið verður 3 ferðir 500 m, síðan verður súkkla frá bátaøkinum norð til byrgingina á Haraldsundi og aftur á start/máløkið 4 ferðir, og runni verður gjøggnum býðin, runt Heimi við Vágna og aftur á start/máløkið 4 ferðir. Kort sæst niðast á síðuni.

Styttri teinurin verður helvtina av hesum.

Skiftisona

Hvør luttakari skal hava ein kassa/ílat/balju við, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu vera í. Áðrenn farið verður at svimja, verður kassin stillaður við skiftisonina, har súkklan eisini stendur og bíðar.

Tá liðugt er at svimja, rennur hvør luttakari niðan til sín kassa, letur seg í tað man vil til súkklingina, og koyrir brillur og annað frá svimjingini í kassan.

Tá liðugt er at súkkla koyrir man evt súkkluskógvar í kassan, og tekur renniskógvarnar úr kassanum. Soleiðis hevur hvør luttakari stýr uppá sína egnu útgerð ígjøgnum kappingina. Tað er týdningarmikið at einki sløðist uttanfyri kassan, aftaná skifti skal alt verða í kassanum. Ein súkklulinja verður, har mark er fyri nær man skal á og av súkkluni.

Reglurnar fyri skiftisonu skulu haldast. Dómari verður á staðnum, og um neyðugt, verður tíðarstraffur á 5 min givin fyri brot.  Hetta verður lýst nærri í startkunningini.

Trygd

Norðoyar Bjargingarfelag kemur at verða til staðar undir svimjingini, og vaktir koma at standa runt á ymsikum postum. Hesir verða í gulum vestum. Ansast má eftir vanligari ferslu har vegirnir ikki eru stongdir og vanligar ferðslureglur galda.