Væl skipað
Fyriskipararnir høvdu spílað seg út og merkt eina rutu upp við øllum snildum og sett málboga upp við tónleiki afturvið. Tá ið veðrið so eisini var framúr gott, var bara hjá fjallasúkklarunum at herja á og kíta seg tað teir áttu. Í økinum runt Glasir og Skúlan av Fløtum var ein 1,9 km langur teinur kringlaður runt um bygninarnar. Brattar undanbrekkur, grót og hella, bøur, runa og drúgvar mótbrekkur stóðu fyri framman, tá súkklararnir herdu á.
Endaspurtur um 3. plássið
Tí at teinurin kringlaði seg næstan runt um seg sjálvan, sóu súkklarar so at siga allatíð aðrar súkklarar. Kanska hevði tað sína ávirkan á, at tað gjørdist tætt millum súkklarar. Eisini var fleiri staðni ein møguleiki at velja eina lættari ella meira avbjóðandi leið, har avbjóðandi leiðin var skjótari. Tí gjørdist spenningur millum tey, ið kanska dugdi betri men høvdu lægri orku. Báðir fremstu súkklarnir, Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen, drógu skjótt undan hinum bæði við at orka væl og at duga at súkkla allar avbjóðanid og skjótu leiðirnar. Helgi dróg tó undan Hilmari og var fyrstur á mál. Dysturin um triðjaplássið var ómetaliga spennandi. Ken Nolsøe tók allar tær skjótastu leiðirnar, í meðan Gunnar Dahl-Olsen nakra staðni tók eina tryggari men seinni leið. Í fleiri umfør var púra javnt. Gunnar Dahl-Olsen slapp tó einaferð undan Ken Nolsøe, sum dragnaði eitt sindur. Tá ið Gunnar løtu seinni datt, var Ken kvikur fram aftur, og báðir stríddust seinastu tvey umførini um at fáa munin. Teir sótu sum klistraðir at hvørjum øðrum. Ken fór eina styttri leið og vann nakrar metrar, og Gunnar traðkaði Ken innaftur. Soleiðis fóru teir í síðstu brekkuna niðan á málí hølinum á hvør øðrum. Gunnar vísti sítt kappingarsnildi, og lat Ken sita frammanfyri, inntil hann í einum høggi sló til og vann seg fáar metrar framum í einum røttum endabresti.
Úrslit
Dagsins Vetrarplúmm: https://www.webscorer.com/race?raceid=299600
Samlað støða í røðini: https://www.webscorer.com/seriesresult?seriesid=295099
Næstu ferð í Klaksvík
Næsta umfar av Vetrarplúmm verður í Klaksvík sunnudagin 18. desembur. Sí nærri lýsing av tiltakinum her: