Vetrarplúmm VP3 **AVLÝST**
VETRARPLÚMM vp3 ER AVLÝST VEGNA VEÐUR
Næsta umfar verður VP4, sum verður í Klaksvík 15. januar 2023
Møtt verður kl. 11.00 við Skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík.
Kl. 11.00 Innskriving byrjar og rutan er klár at royna
Kl. 11.30 Innskriving steðgar
Kl. 12.00 Vaksin og ung súkkla
Kl. 13.15 Børn súkkla
Vaksin súkkla teinin, ið sæst á kortinum niðast á síðuni inntil 55 min. eru farnir. Tá verður ikki farið á nýtt umfar. Hetta er fyri at øll steðga í senn á uml. 60 min. Teinurin er 1,5 km langur við fáum hæddarmetrum og fer snurrandi í gjøgnum og runt um skúlaøkið.
Ung U17 og U19 súkkla sama tein sum vaksin. Tó so, at tá ið 35 min. eru farnir, verður ikki farið á nýtt umfar. Hetta er fyri at øll steðga í senn á uml. 40 min.
Børn U13 og U15 súkkla í 20 minuttir eisini á sama teini.
Tilmeldingin er á degnum í seinasta lagi 30 min. áðrenn byrjan. Løttøkugjaldið er 20 kr fyri børn og ung og 50 kr fyri vaksin.
Tað er ikki vist, at tað verður gjørligt at sleppa inn at skifta ella á wc. Drekkamunnur er aftaná tiltakið.
Um Vetrarplúmm
Vetrarplúmm er ein kappingarrøð á 8 umfør fyri vaksin og ung. Hjá børnum og ungum verður ikki talt saman fyri kappingarrøðina. Hjá vaksnum verða stig givin fyri hvørt plúmm ein luttekur í hjá monnum og kvinnum. Skjótasti plúmmari hjá fær 10 stig, næst skjótasti fær 9 stig og so framvegis. Frá 10. plássi fáa luttakrar fáa 1 stig. Ein plúmmkongur og drotning verða kosin seinasta umfar. Samlað yvirlitið sæst á webscorer.
- 06-11-2022 VP1 í Havn
- 27-11-2022 VP2 í Havn
- 18-12-2022 VP3 í Klaksvík ** AVLÝST**
- 15-01-2023 VP4 í Klaksvík
- 05-02-2023 VP5 Eysturoy
- 26-02-2023 VP6 Havn
- 12-03-2023 VP7 Eysturoy
- 02-04-2023 VP8 Havn
Bólkar
Børn og ung verða skipað eftir aldri tey hava á kappingardegnum. Vaksin súkkla øll í opnum bólki.
- Børn 10-12 ár (U13) og 13-14 ár (U15),
- Ung 15-16 ár (U17) og 17-18 ár (U19)
- Opin bólkur fyri 19 ár og eldri.