FM í innisúkkling og InniLiga

Vit hava í novembur og desembur mánaði roynt ymisk tiltøk við innisúkkling. Mikudagar hevur verið MikudagsRally, har bara føroyskir súkklarar hava luttikið, og týsdagar og hósdagar hava vit kveikt undir at súkklarar luttaka í donsku RGT Liga. Bæði hava verið stuttlig og riggað væl.

InniLiga

Næstu mánaðirnar fara vit at hugsavna okkum um at gera trý tiltøk sum snúgva seg um at vit hittast fysiskt og súkkla inni talgilt. Tvey tey fyrstu tiltøkini ber til at luttaka bæði við at møta upp har tiltakið er og við at luttaka í fjarstøðu heimanífrá. Hesi kalla vit InniLiga. Í fyrstu atløgu royna vit tey sum fyririeking til triðja tiltakið – FM í innisúkkling – og framyvir gera vit eina kappingarrøð úr hesum. InniLiga fer at hava ymisk formatir sum verða lýst hvørja ferð. Tað kann verða ein einstøk stutt ella long kapping, tíðarsúkkling, fleirkapping og annað gott.

Tá ið vit hittast til InniLiga ber til at súkkla við tí innivenjaranum tú hevur, so leingi hann hevur direct-drive (tú tekur hjólið av og setur súkkluna beint á kassettu sum situr á innivenjaranum) og hevur eina vissu á 1.5-2%. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon eigur 10 innivenjarar, ið kunnu lánast til tiltøkini. Hesir skulu bókast við tilmeldingini.

FM

Hetta verður fyrstu ferð vit skipa FM í innisúkkling og tað verður super spennandi at royna. Tiltakið verður skipað við stuttum 15 min innleiðandi umførum, har 10 luttakarar tilsamans vinna seg víðari í finalu. Í finaluni verður síðani súkklað í uml. 60 minuttir, har hesir tíggju súkklarar kappast um FM heitið. Kvinnur og menn súkkla hvør í sær.

Í mun til InniLiga er tað bara gjørligt at luttaka við at verða til staðar á kappingarstaðnum, har allir luttakarar súkkla á Wahoo Kickr innivenjarum. Tá súkkla øll á sama innivenjara við sama neyvleika. Vanliga, tá ið talgildar kappingar av týdningi eru, skal mátast við tveimum tólum, egnum máttmátara og við góðkendum innivenjara – vit hava bara kravið um, at luttakarar súkkla á sama innivenjara.

Skrá

Niðanfyri sæst nær tiltøkini. Yvirlit og tilmelding verður í kalanderanum. Tú kanst trýsta á tiltøkini niðanfyri, sum eru slóðir eisini.

Hevur tú hugskot og spurningar, kunnu teir sendast til inni@sst.fo og setast á fb bólkinum Innisúkkling Føroyar