InniLiga 1

Í InniLiga hittast vit í felag og súkkla talgilda innisúkkling. Innivenjarar verða settir við síðnar av hvørjum øðrum og á hvør sínum skýggja súkkla luttakararnir móti og saman við hvør øðrum. Tað ber til at geva veruligar high-fives, sjálvt um vit súkkla inni.

Um tiltakið

Súkklað verður á talgildað pallinum Whaoo RGT. Tað er ókeypis at luttaka og tú skalt hava ein vanga, ein innivenjara og súkklu. Møtt verður fysiskt á staðnum lýst niðanfyri.

Stað og tíð

Tiltakið verðu á Fróðskaparsetrið Føroya á Frælsinum (Læraraskúlin) mikukvøldið 18. januar 2023.

Skrá

Kl. 17.30 – Møtt verður og útgerð gjørd klár
Kl. 18.15 – Upphiting byrjar
Kl. 18.50 – Súkklarar klárir á súkklum
Kl. 19.00 – Kappingarbyrjan
Kl. 20.00 – Kapping liðug

Møtið stundisliga. Tað tekur fitta tíð at fyrireika.

Tilmelding

Tilmeldingin fer fram við at tú teknar teg til tilakið á RGT tiltakinum í slóðini niðanfyri:

https://user.rgtcycling.com/event?code=WJUTTM

Ynskir tú at bóka ein av 10 Wahoo Kickr innivenjarum sum Sersambandið fyri Súkkling eigur, send tá ein teldupost inni@sst.fo.

Hvussu er við innivenjara og súkklu?

Tú skalt hava súkklu við, og kann annaðhvørt hava egnan innivenjara við ella lána um tú bókar. Innivenjararnir hava 11 gear kassettu á, og 10 speed kassetta kann setast á, um tú hevur hana við.

Óansæð um tú hevur egnan innivenjara við ella tú lænir innivenjara, er tað eitt ófrávíkiligt krav, at súkklan hjá tær er rein og at ketan er gullrein og hevur eina ikki-dálkandi olju. Tú kanst umhugsa eina voksbaseraða olju ella eina turrolju.

Ber til at luttaka úr fjarstøðu?

Tað ber til at luttaka í fjarstøðu. Tá eiga fjarstaddir súkklarar at verða eyka varligir við at kropsvekt er rætt tøppað inn í forritið og at innivenjarin er álitandi við góðum neyvleika (1.5-2,0%) og er rætt kalibreraður. Tiltakið er heilt sikkurt stuttligast, um ein luttekur fysiskt á staðnum, men samstundis gerst tað eisini stuttligast, um nógv eru við, so vit taka øll við sum hava hug – eisini um tey eru stadd longri burturi og ikki sleppa við fysiskt. Tað er bara til FM, at ein skal vera til staðar fysiskt og ikki kann luttaka í fjarstøðu.

Spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar, so send eini boð til inni@sst.fo ella royn á FB bólkinum Innisúkkling Føroyar.