FM í fjallasúkkling mikudagin og fríggjadagin

Tvey FM í vegasúkkling fóru afturum í farnu viku, og í komandi viku er fjallasúkkling á skrá, tá ið FM í stuttteini og olympiskum teini verða í Havn.

FM stuttteinur

Fyrsta kappingin er FM í stutteini, ið verður í økinum kring Eirargarð mikukvøldið 28. juni kl. 19.00. Teinurin er sum heitið sigur stuttur. Hvørt umfarið er 1,4 km og fjallasúkklarar pressa alt teir eiga í 40 minuttir. Hetta er sama longd, sum kappast verður á oyggjaleikum tvær vikur seinni. Í altjoða høpi er hesin teinur annars styttur niður í 20 minuttir, men enn er tað ikki broytt á oyggjaleikum.  Teinurin kring Eirargarð hevur verið nýttur fleiri ferðir áður.

Nærri sæst um stutttein her:

https://www.sst.fo/kalendari/2023-06-sst-fm-mtb-xcc/

FM olympiskur teinur

Onnur kappingin er í olympiskum teini og verður á økinum í Flatnahaga kring Vesturvarða fríggjakvøldið 30. juni kl. 18.00. Teinurin er 5 km langur og súkklað verður í 70 minuttir hjá kvinnum og 90 minuttir hjá monnum. Hetta er sama longd sum kappað verður á oyggjaleikum og altjóða. Teinurin hevur eitt torleikastig sum er omanfyri tað til stutttein og krevur bæði góðar tekniskar førleikar, skjótleika og úthaldni. Eisini hesin teinurin hevur verið nýttir fleiri ferðir áður og er partur av tí gøtubyggini, ið skal leiða fram til eina altjóða breyt kring Vesturvarða.

Nærri sæst um olympiskan tein her:

https://www.sst.fo/kalendari/2023-06-sst-fm-mtb-xco/