FM MTB 2023 Olympiskur teinur

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í olympiskum teini (XCO) verður fríggjadagin 30. juni í Havn.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 25. juni. Luttakarlisti sæst her.

Skrá

  • 17.00 Innskriving
  • 17.50 Súkklarar klárir við startin
  • 18.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, Opin bólkur
  • 20.00 Kappingin liðug

Stevnuøki

Vit hava ikki møguleika fyri umklæðing á stevnuøkinum innandura, men tjald verður, har til ber at skifta og goyma klæðir. Møguleiki er fyri at fara á vesi. Drekka og ábit verður at fáa.

Lýsing av kapping

XCO er fjallasúkkling á olympiskum teini, har kappast verður í uml. 90 min á einari breyt sum er uml. 5 km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Eitt ávíst tal av umførum skal súkklast.

Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.

Lýsing av rutu

Startur og mál er við Hotel Føroyar. FM rutan er 4,6 km long við 160 hm og er ein góð blanding av súkkling í lendi, á grúsgøtu og á stutta teininum av fjallasúkklubreytini við Vesturvarða.

Kappingarbólkar

Bólkur Árgangir Kappingartíð Umfør
U19 2005-2006 60 3
U23 2001-2004 60 3
Opin bólkur kvinnur 1984-2000 90 4
Opin bólkur menn 1984-2000 90 5
M40 1974-1983 75 4
M50 1964-1973 60 3
M60 1954-1963 60 3