VEG 66/44km
Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri vegakapping úr Tórshavn til Mýrarnar í Vestmanna skírishósdag 1. apríl kl. 10.00.
Teinurin
Tvinnir teinar eru í kappingini og báðir síggjast á kortinum niðast á síðuni. Startur fyri báðar bólkar er á Vaglinum í miðbýnum í Havn.
Opin bólkur súkklar longra teinin, ið er úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn til Hósvíkar og síðani til Vestmanna og niðan á Mýrarnar. Teinurin er 66 km og 1400 hm.
Motión súkklar styttra teinin, ið er úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn og beint til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Teinurin er 44 km og 1160 hm.
Dagsins Strava avbjóðing
Fleiri áhugaverdar Strava strekkið eru við í kappingini. Úr Leynum niðan á Høgareyn er ein drúgv brekka, og tað er endabresturin niðan á Mýrarnar so sanniliga eisini. Í stravaboksini høgrumegin sæst leinkja til segmentið fyri Mýrarnar. Innritar tú á Strava, kanst tú síggjas skjótastu tíðir niðaneftir brekkuni.
Vinningur verður latin skjótastu tíð á Strava strekkinum hendan dagin. Strekkið sæst við at klikkja Strava boksina høgrumegin. Hugt verður eftir øllum skrásettum tíðum áðrenn kl. 20.00 um kvøldið.
Tilmelding
Tilmeldingin er umvegis webscorer. Trýst á knøttin høgrumegin.
Luttakaragjaldið fyri kappingina er 50 kr og skal flytast til Tórshavnar Súkklufelag á kontu 9181-1244452 í Betri Banka.
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Streymoy
- Dato: 1. april 2021
- Innskriving: kl. 09:30
- Byrjan: kl. 10:00
Bólkar
- Opin bólkur menn
- Opin bólkur kvinnur
- Motión menn
- Motión kvinnur